Trina Viderø 100 ár  

Tað var 20. mai í 1923, at Trina varð fødd norðuri í Hvalvík, og fyllir hon sostatt 100 ár í dag. Trina og beiggin vuks upp í tryggum og góðum umstøðum í heimbygdini, bæði handaliga og andaliga. Hon var andaliga vakt sum ung, og sum 22 ára gomul gjørdist trúgvin á Jesus sera týðandi fyri henni. Samstundis fekk hon eitt greitt kall at tæna Jesusi, sum fyrst hevði tænt henni.  

Giftist presti 
Eftir loknan barnaskúla, hjálpti hon við ymiskum arbeiði í barnaheiminum. Mamman var sjúk av astmu og var ikki altíð arbeiðsfør. Trina fór á húsarhaldsskúla í Havn og arbeiddi í høvuðsstaðnum, til hon í 1947 fór til Danmarkar á ein kristnan háskúla. Har lærdi hon ymiskt, so sum enskt og at seyma.  
Í 1948 fekk hon fjarrit heiman, har tað millum annað stóð: “Kom hjem, mor er syg”! Tá kundi ikki ringjast millum londini. Sjúkan hjá mammuni var versnað, og tí var gott at fáa hana heimaftur at hjálpa til heima. 
Hon kom heim og gjørdi ymiskt arbeiði, til hon í 1953 giftist við prestinum, Kristiani Osvald Viderø, sum hevði verið prestur í Norðstreymoy, árini 1947 til 1952, við bústaði í Hvalvík. 
Eftir tað gjørdist hennara kall at vera prestakona og stimbra mannin í tænastuni. Hon var virkin sum prestakona; í heimi teirra, kirkju- og missiónsarbeiði. 

LES EISINI  Myrthley 100 ár

Búð ymsastaðni 
Trina og Kristian vóru prestahjún í Suðurstreymoy við bústaði í Havn, árini 1953 – 1965. Í Norðoyggjum við bústaði á Viðareiði, árini 1965 – 1968. Í Suðuroy, við bústaði í Hvalba, árini 1968 – 1977. Tá gavst Kristian sum prestur, og tey fluttu aftur í egin hús í Havn. Síðani hevur Trina búð í húsinum og býr har enn. Trina og Kristian fingu børnini Torbjørn og Margretu. 
Allastaðni, har Trina var, var hon virkin í Guds ríkis arbeiði.  
Nevnast kann, at hon hevði  Santalmøtir í Havn, sum stuðlaðu missiónsarbeiðið hjá Santalmissiónini, og Santalmøtir og ungdómsmøtir í prestagarðinum í Hvalba. Á Viðareiði var hon virkin fyri at fáa missiónshúsið bygt. Tá savnaði hon kvinnurnar saman at binda til basar fyri missiónshúsið. Flestastaðni, har tey búðu, var hon eisini virkin í sunnudagsskúlanum og øðrum kristiligum arbeiði og hevði av og á andaktir á sjúkrahúsum og aðrastaðni fyri Kristian. Hon bar ein greiðan bíbilskan boðskap, um at koma til Jesus, líta á Jesus og fylgja honum eftir. Boðskapurin var líkasum merktur av hennara uppliving av Jesusi. 

LES EISINI  Fylkingarmaðurin, Ásbjørn Jacobsen, fyltur 70

Trúføst 
Eftir, at tey fluttu aftur til Havnar, var Trina trúføst og virkin í sunnudagsskúla í skúlanum á Frúutrøð; hevði andaktir á Tórshavnar sjómansheimi og kom í sjómanskvinnuringin, sum savnaðist á Sjómansheiminum. Hon var trúføst til gudstænastir og til møtir í Meinigheitshúsinum, til heilsan fór at bila. Kristian Osvald doyði í 1991. Síðstu mongu árini hevur hon verið mest heima, men fylgir kortini væl við tí, sum hendir; bæði handaliga og andaliga. Nú sjónin bilar, lurtar hon mest eftir KVF og Lindini.  

Takk 
Vit eru mong sum takka Gudi fyri tað, Trina hevur verið fyri okkum og fólk okkara. Takk fyri vitnisburðir í orði og verki og fyri forbønir. 
Nú lívssólin er komin langt vestur á luftina, og innsiglingin til ta ævigu havnina nærkast í stórum, vil eg, eisini vegna Kirkjuligu Heimamissiónina, ynskja Trinu, hjartaliga til lukku við 100 ára degnum. Hjartans tøkk fyri drúgva tænastuna í Guds ríki. 
Bestu ynskir við (Fil 1,6):  
-Fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag.- 

LES EISINI  Jesus hevur verið trúgvur – eisini í mótgongdini, sigur 100 ára gamla Lena Joensen
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina