Tríverk: Hvar finni eg frið?

Her ber til at lurta eftir teimum trimum talunum frá Stórmøtunum 2021.

1. partur: Hvar finni eg frið? – í mini órógv.

Torleif Johannesen, Sjómannstrúboðari

Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, og tað hevur ikki verið lætt at funnið nýggjar vinir. 

Tað er ikki altíð, at lívið gongur, sum vit høvdu vónað. Viðhvørt er tað, sum mótgongdin hópar seg upp, og vit kenna okkum einsamøll og sárbar. Hvat nú, um okkurt meira hendir? Klári eg tað? Fíggjarlig mótgongd, einsemi og sjúka tykjast altíð at vera í nærumhvørvinum. Ja, sjálvt deyðin tykist at vera so ræðandi nær. Hvar eri eg so í mun til Gud? 

2. partur: Kann ótti vera góður?

Mariann Djurhuus Poulsen, varaskúlastjóri

Í Bíbliuni verður tosað um tvey sløg av ótta. Annar óttin er skaðiligur og hann eigur ikki at fáa fótafesti í okkara lívi. 

Hin óttin er góður og gagnar okkum, og hendan óttan skulu vit eggja til. Tað er Gudsóttin. Hesin óttin merkir ikki beinleiðis, at vit eru bangin fyri nøkrum. Tað er ein ótti og virðing fyri Gudi, hansara veldi, heiðuri og æru. Samstundis er ein djúp virðing fyri hansara vreiði. Við øðrum orðum er ótti fyri Gudi ein viðurkenning av øllum tí, sum Gud er, og tí sum kemur av at kenna hann og hansara eginleikar. 

Í kvøld fara vit at hyggja nærri eftir Gudsótta, og hví Gudsótti í veruleikanum er nakað gott, sum kann geva okkum frið og gleði. 

3. partur: Hjá Jesusi finni eg friðin

Hanus á Gørðum, prestur

Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði.  

Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini. 

Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió fólk í 91 kríggjum. Og tá hava vit ikki nevnt turkur, vatnflóð, pest og korona. Og vit hava heldur ikki nevt allar teir persónligu trupulleikarnar, sum vit í hvør sínum lagi stríðast við. Men, í kvøld fara vit at lata trupulleikarnar liggja. Vit fara at gleðast í Guds friði. Vit fara at seta okkum í Guds fang, og lova honum at turka okkara tár. Í kvøld verður evnið friður við stóra F. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina