Trúboðarafamilja í Mongolia søkir eftir lærara við royndum úr føroyskum skúla

Norsk Luthersk Misjonssamband, sum saman við Kirkjuliga Missiónsfelagnum hevur sent familjuna Olofson út til Mongolia í trúboðaratænastu, søkir eftir lærara til børn teirra. Harumframt verður søkt eftir volontøri í eitt ár.

Seinastu hálva árið hava Julianna & Silas Olofson verið trúboðarar í Mongolia, saman við trimum børnum sínum. Í summar flyta tey til vestara part av landinum, sum tey greiddu frá í tíðindabrævi fyri jól. Har er eingin altjóða skúli, og tí verður nú søkt eftir lærara, sum kann geva teimum frálæru eftir føroyskum læruætlanum.

Tað er Norsk Luthersk Misjonssamband (NLM), ið søkir eftir lærara. NLM er eitt norskt missiónsfelag við umleið 130 trúboðarum í trimum heimspørtum. Visjón teirra er “Heimurin fyri Kristus”, og tey vilja breiða Guds ríkis orð og verk út til tey minst náddu fólkini í heiminum. Tað er umráðandi fyri NLM at hava jaligar og hugagóðar starvsfelagar, ið deila virðir og mál felagsskapsins.

Í lýsingini eftir lærara eru ynsktu førleikarnir hesir:

LES EISINI  Maria var volontør í Grønlandi: Avbjóðandi og nógvar upplivingar

–        Læraraútbúgving

–        Arbeiðsroyndir úr føroyskum skúla

–        At megna at laga seg til nýggjar umstøður

–        Góðir samstarvseginleikar

Tann, ið verður sett/ur, verður útsend/ur av NLM sum trúboðari. Umsøkjarar mugu játta ta kristnu trúnna og taka undir við endamáli og virðum hjá NLM, sum tey eru orðað í “Verdidokument – Grunnlagsdokument for ansettelse i NLM”. Hetta skrivið kunnu áhugað fáa á enskum ella norskum.

Hinvegin bjóðar NLM:

–        Setan í tvey ár við møguleika at leingja eftir nærri avtalu

–        Skipaðar bústaðar- og arbeiðsumstøður

–        Løn sambært reglugerð hjá NLM

NLM leggur arbeiðsuppgávur til møguligan hjúnafelaga til rættis.

Um ein hevur spurningar ella ynskir at senda umsóknarbræv, kann ein seta seg í samband við Eivind Jåtun, ejatun@nlm.no / 22 00 72 00, ella starvsfólkaráðgevan Sigrun Egeland á segeland@nlm.no

Starvið verður eftir ætlan sett í august í 2019.

 

Leita eisini eftir volontøri í eitt ár

NLM og familjan Olofson søkja eisini eftir kvinnuligum volontøri í eitt ár, frá august í ár.

LES EISINI  Umrokeringar í starvsfólkahópinum

Tann, ið sett verður, sleppur at uppliva Mongolia og vera partur av starvsfólkahópinum hjá NLM. Arbeiðið snýr seg millum annað um at stuðla teimum trimum børnunum í gerandisdegnum. Tey eru Silja (12), Carina (8) og Set (5). Harumframt er møguligt at fáa viðkomandi uppgávur í meinigheitsarbeiðnum, møguliga at undirvísa børnunum og mangt ymiskt annað, alt eftir førleikum og áhugamálum.

Krøvini eru:

–        Í minsta lagi eitt ára útbúgving/arbeiðsroyndir eftir miðnámsútbúgving

–        Orsakað av slagnum av arbeiði verður søkt eftir eini kvinnu

–        At tú ert játtandi kristin

–        At tær dámar at arbeiða við børnum

–        At tú ert fjølkøn og fleksibul

–        At tú tosar eitt ella fleiri skandinavisk mál

Tað er ein fyrimunur at hava koyrikort, við tað at børnini millum annað njóta at hanga afturúr einum Landcruisara, sum volontørurin koyrir á einum harðfrystum vatni…

Hinvegin fær volontørurin:

–        Ferðina goldna frá heimstaði til Mongolia fram og aftur

LES EISINI  Tíðindabræv úr Mongolia: Avgjørt ikki keðiligt at vera trúboðari

–        Egna atskilda íbúð á leguni hjá NLM í Khovd í Vesturmongolia

–        Umleið 7.000 NOK um mánaðin í lummapeningi

Um ein hevur spurningar ella vil vita meira, kann ein skriva beinleiðis til juliannaolofson@gmail.com

At enda sigur familjan, at tey gleða seg at hoyra frá umsøkjarum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina