Tíðindabræv úr Mongolia: Avgjørt ikki keðiligt at vera trúboðari
Julianna & Silas Olofson eru saman við sínum trimum børnum trúboðarar í Mongolia, útsend av Norsk Luthersk Misjonssamband, í samstarvi við Kirkjuliga Missiónsfelagið. Í nýggjasta tíðindabrævinum greiða tey arbeiði sínum og avbjóðingum:
Kuldin ger nú um seg í Ulaanbaatar, har vit búgva. Vit hava í fleiri vikur havt nógvan kulda, og hyggja vit eina viku fram, eru -15 stig tað heitasta og -27 stig tað kaldasta, vit hava í væntu. So tað er kalt, men kuldin hevur ein fyrimun. Okkara nýggja familjuspælipláss er eitt fryst vatn, ið liggur 15 minuttir frá okkara íbúð.
Kuldin hevur tó eisini við sær, at her er ein øgilig luftdálking. Hetta kemur av, at nógv hús og ger-telt verða hitað við koli. Nógvur kuldi ger, at meira kol verður brent, og tá tað er ordiliga kalt, er oftast eingin vindur. Og tá verður allur roykurin liggjandi yvir býnum. So vit nýta masku, tá vit skulu út um hurðina.
At vera trúboðarar er avgjørt ikki keðiligt. Seinasta mánaðin er nógv hent, sum vit ikki frammanundan høvdu væntað ella ætlað. Vit arbeiða tætt saman við eini familju, ið hevur arbeitt í 12 ár her í økinum, og eisini einum manni úr einum landi nærhendis, men sum býr í Mongolia, har hann vil røkka út til síni egnu her í landinum. Teir hava báðir uppihaldsloyvi gjøgnum luthersku kirkjuna í Mongolia og eru báðir prestvígdir.
Tó er ein nýggj lóg undir viðgerð, sum broytir treytirnar fyri at fáa uppihaldsloyvi í Mongolia sum prestur.
Vit vita ikki enn, um lógin er góð ella ikki, men meðan lógin verður viðgjørd, hevur mongolska stjórnin gjørt av, ikki at leingja uppihaldsloyvi hjá teimum við religiøsum uppihaldsloyvi.
Hetta merkir, at hesir prestar mugu fara úr landinum í ávikavist desembur og februar, um ikki okkurt óvæntað hendir.
Hetta kom sjálvandi dátt við, tí ætlanin var, at vit skuldu samstarva tætt. Men vónandi fer tað at bera til hjá teimum at koma aftur til Mongolia og fáa uppihaldsloyvi aftur. Takk fyri forbøn hesum viðvíkjandi.
At alt ikki altíð gongur sum ætlað fekk eg, Silas, at uppliva fyri nøkrum vikum síðani. Eg skuldi á fund við onnur úr NLM (Norsk Luthersk Misjonssamband) í Vesturmongolia. Tað var bert ætlanin, at eg skuldi gista har eina nátt, men flogfarið, eg skuldi heim við, bleiv avlýst. Tað gav mær knappliga eyka tíð har, og um kvøldið fekk eg tíð at vitja eina familju, sum er kristin.
Í økinum eru ongir kirkjubygningar, so nógv kristin koma ikki regluliga saman við øðrum kristnum. Tí tosaðu vit saman um møguleikan, at tey kundu møtast við øðrum kristnum heima hjá teimum. Bara tað at deila okkurt úr Bíbliuni við hvør øðrum, er nýtt fyri hesi kristnu. Tey vóru tó sera opin fyri at møtast í smáum bólkum, og eg vóni at kunna vitja tey skjótt aftur og vita, hvussu gongur.
Nógv av hesum fólkunum duga illa at lesa, so tað er neyðugt, at onkur leggur teimum lag á, hvussu tey kunnu deila Orðið og verða uppbygd í trúnni.
Dagin eftir var flogfarið aftur avlýst, so eg fekk enn ein dag í býnum. Ein frá NLM hevur ein vinmann har í býnum, sum hann hevur lisið í Bíbliuni saman við. Hetta hevur tó ført til, at vinmaðurin er byrjaður at ganga meir upp í sín egna átrúnað. Um kvøldið gjørdu vit av at hittast á eini café. Tað bleiv eitt veldugt kvøld, har vit fingu tosað eina rúgvu um teirra bók og Bíbliuna, munir og líkheitir – og ikki minst vegin til frelsu. Júst sum so nógvar meinlíkar samrøður eg havi havt í Turkalandi. Maðurin setti sær fyri at lesa Bíbliuna meir gjølla og samanbera hana við ta, hann trýr á. So mugu vit biðja um, at hann kemur til trúgv á Jesus, sum er vegurin, sannleikin og lívið.
Dagin eftir kom eg aftur út á flogvøllin, men flogfarið, eg skuldi við, var fult. So eg fór út aftur til starvsfelagan, sum smíltist. Eg skuldi vera hjartaliga vælkomin at vera í býnum longri. ”Hvør veit, hvønn vit koma at hitta í dag”, segði hann skemtandi.
Men nú var eg longu seinkaður tríggjar dagar, so eg fór inn aftur á flogvøllin og spurdi, um tey ikki kundu finna pláss til mín á flogfarinum.
Og eftir mikið stríð lovaðu tey mær at fáa eitt pláss fremst í flogfarinum, sum annars er til bráðfeingisflutning, tí eingin hevði tørv á tí. So endiliga bar til at koma heim til familjuna.
Silja, elsta dóttir okkara, hevur havt avbjóðingar at falla til í skúlanum. Tíbetur gongur framá, men í summar fara tríggjar av hennara góðu vinkonum at flyta. Vit hava tí tosað við leiðsluna í NLM um møguleikan at flyta til Khovd á sumri 2019. Hesum hevur NLM játtað.
Nógvir fyrimunir tykjast at vera við at búgva í Khovd. NLM hevur eitt stórt økið við skúla og fleiri húsum, og høvuðsskrivstovan hjá NLM liggur har. Allir hinir trúboðararnir hjá NLM búgva í Khovd ella nærhendis. Tørvurin á trúboðarum er munandi størri har enn í Ulaanbaatar, har kirkjan er rættiliga væl fyri og sjálvstøðug. Luftdálkingin er munandi minni enn í Ulaanbaatar. At búgva í Khovd passar betur fyri projektarbeiðið hjá Julionnu.
At vit flyta til Khovd, merkir, at vit nú fara undir at leita eftir einum lærara ella lærarahjúnum til Silju og Carinu og einum volontøri at ansa Set og alt møguligt annað.
Lærarastarvið verður vanliga sett fyri tvey ár, meðan volontørurin verður settur í eitt ár. So um tú kennir onkran ella sjálv/ur hevur hug til at koma til Mongolia, so er bara at siga okkum frá. Ein meir útgreinað lýsing verður gjørd skjótt.
Bønarevni:
– Uppihaldsloyvi til okkara samstarvsfelagar
– Trivnaðurin hjá okkum øllum
– At vit finna lærara og volontør
– At Gud má geva okkum vísdóm til tær uppgávur, ið liggja fyri framman
– At vinmaðurin í vetri má koma til trúgv á Jesus
– At vit mugu síggja veking
Heilsan Julianna og Silas