Trúboðin flytur út á netið – burturav!

Um stutta tíð verða stórar tillagingar gjørdar viðvíkjandi Trúboðanum. Høvuðsstýrið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hevur nevniliga gjørt av, at Trúboðin ikki longur skal koma út sum blað, men verður í staðin ein netmiðil. Høvuðsstýrið metir, at hetta er neyðugt til tess at náa menniskjum, har tey eru, við tí kristna boðskapinum.

Síðani juli 1943 er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini “Trúboðin” komið út uttan steðg. Hesi 75 árini hevur útgávutíttleikin tó verið ymiskur, og blaðið hevur eisini verið ymiskt í stødd og síðutali. Fyrst í november verður hetta broytt.

Símun Persson Jacobsen er formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, og Trúboðin hevur tosað við hann um hesar ætlanir.

Fólkið er á alnetinum

Símun sigur, at yvir nøkur ár hevur Høvuðsstýrið arbeitt við samtíðar avbjóðingum sum møguleikum. Í hesum sambandi hevur eisini verið hugsað um, hvat gerast skuldi við Trúboðan, og tað er út frá fleiri sjónarmiðum.

– Eitt er, at Trúboðin seinnu árini hevur verið í fíggjarliga tungum sjógvi, men høvuðsorsøkin fyri hesum nýbroti er tann, at vit hugsa meira ítøkiliga um at náa menniskjum, har tey eru, eins og okkara motto sigur. Og fólkið er í alstóran mun á alnetinum í dag. Trúboðin er komin út í 75 ár og hevur gjørt sín góða gerning, og hetta eru vit sera takksom fyri. Men tíðin stendur jú ikki í stað, og ómetaliga nógv er hent á tí tøkniliga økinum, og nútíðarsamfelagið er innrættað munandi øðrvísi enn fyrr. Í mun til fólkatalið í Føroyum hava vit við alnetinum helst met í Facebookbrúkarum, sigur Símun.

– Vit standa yvir fyri einum veldigum møguleika í mun til núverandi støðu, har vit við Trúboðanum bert koma út 14. hvønn dag. Á netinum eru vit alla tíðina, og um onkur hevur saknað dagligt kristiligt tilfar frá okkara síðu – so kemur tað nú. Vit hava sum mál at vera nærri fólkinum og vilja eisini seta dagsskránna og skjótt kunna svara uppá spurningar, sum eru uppi í tíðini Tá er núverandi Trúboðin ov seinur í vendingini. Tað eru nógv kristin fólk í Føroyum, og nøkur eru eisini virkin á netinum, men við hesum stóra stigi kunnu vit á skipaðan hátt røkka nógv longur – eisini í dýpd, góðsku og aktualiteti, leggur hann afturat.

Ikki avtikin, men umskipaður

Símun leggur dent á, at Trúboðin verður ikki tikin av. Tí hann fer ikki at koma út í eini blaðútgávu, men á netinum í staðin. Nógvir av teimum tættunum, sum eru í Trúboðanum, fara at halda fram á netinum, og so kemur ein rúgva afturat, ja, í prinsippinum eru møguleikarnir næstan óavmarkaðir.

LES EISINI  Spurnakassin á Trúboðan í morgin

– Tá vit nú eru ein rørsla, so vilja vit fegin eisini vera ein virkin og viðkomandi rørsla, sum møtir fólkinum, har tað er, og tað er í stóran mun á netinum. Tí er tað mín inniliga vón, at kirkju- og missiónsfólk heilhjartað vilja verða við í hesum arbeiðinum og stuðla átakinum á ymsan hátt. Tað eru nógv, sum duga væl at skriva, práta og arbeiða við myndum og øðrum kreativiteti, og tess fleiri virka aktivt við, tess betri og lívligari verður hesin nýggi platformurin hjá okkum, sigur Símun.

Tað verður fyrrverandi aðalskrivarin Øssur Kjølbro, sum verður leiðari og redaktørur, og hann skal eisini tryggja, at tað verður ein ávís góðska á tí, sum verður lagt út.
– Men vónandi verða tað fleiri onnur, sum vilja verða við til at framleiða tilfar, og øll eru eisini vælkomin við nýggjum hugskotum – nú samskiftismøguleikarnir fleirfaldast.

Koma betri til orðanna

Símun sigur, at Trúboðin sum netmiðil gevur nógv størri møguleikar at koma til orðanna og verða tann neyðuga røddin í samfelaganum, sum vit eiga at vera.

– Hóast vit hava skrivað greinar í Trúboðanum um ymisk aktuel etisk mál, sum til dømis hjúnabandsmálið, so verður tað sum oftast ikki tikið upp í almenna rúminum, heldur ikki av public service stovni, og tað er ikki nøktandi fyri okkum.

– Trúboðin hevur eitt avmarkað haldaratal, umleið 1.250, men tá vit nú fáa eina livandi heimasíðu, kunnu vit javnan – yvir fyri nógv fleiri lesarum og hyggjarum – koma við nógvum greinum, og sanniliga eisini svara uppá viðkomandi spurningar, so fólkið fær enn betri møguleikar at hoyra fleiri kristin sjónarmið í tí almenna rúminum. Samstundis ætla vit eisini at ‘boosta’ nógv av tilfarinum á Facebook, so nærum allir føroyingar kunnu fylgja tí nýggjasta frá Trúboðanum, sigur hann.

Tað hevur eisini verið uppá tal at broyta Trúboðan til eitt magasin, sum skuldi koma út einaferð um mánaðin, og fara meira í dýpdina í ymsum málum, sigur Símun.

– Tann ætlanin er slept, men tankin um at hava eitt ávíst tema og gjølla viðgera tað, verður realiseraður; og vit fara einaferð um mánaðin at hava fleiri temagreinar um skiftandi mál. So við hesi nýggju heimasíðuni fáa vit leypandi bæði Trúboðan, sum vit kenna hann, vit fáa eisini eitt magasin, og so fáa vit so ómetaliga nógv annað afturat. Vit verða nógv nærri fólkinum, vit vera skjótari og meiri viðkomandi. Hetta eru nakrar av grundunum til, at vit nú seta mongu tankarnar í verk, leggur hann afturat.

Keðiligt fyri nøkur

Símun er fullgreiður yvir, at nógv fólk hava verið glað fyri blaðútgávuna av Trúboðanum. Ár eftir ár hevur lesarin kunnað sett seg í sofuna við blaðnum aðruhvørja viku, og glett seg yvir nógv gott og uppbyggiligt tilfar. Tí verður helst eisini eitt ávíst sorgblídni ímillum nógvar lesarar, samstundis sum vit kenna á okkum, at arbeiðshættir eru bert tól, ið eru ætlað at røkka samtíðarmenniskjanum.

LES EISINI  Trúboðin hevur brúk fyri 50.000 krónum her og nú

– Tá ein slík avgerð verður tikin, sum Høvuðsstýrið metir neyðuga og gagnliga fyri Kirkjuligu Heimamissiónina og helst stórum parti av lesarunum, so er við nýggjum átøkum eisini altíð ein ávísur missur, ið vit ikki sleppa undan. Vit vita, at ung fólk lesa nærum ikki bløð, og støðan er ikki nógv øðrvísi, fyrr enn vit koma nógv longur upp í aldri, og samstundis er tað ein sannroynd, at nógv eldri og gomul fólk eru í alstóran mun á netinum í dag við sínum teldlum, teldum og fartelefonum. Vit vilja leggja okkum í selarnar fyri, at nýggi leisturin verður so mikið góður, at sjálvt tann mest ivasami eftir eina tíð fer at síggja virði í nýggja arbeiðsháttinum, sigur hann.

Símun leggur afturat, at tá ið vit tosa um samleikan í missiónsarbeiðinum, so hevur tíverri onkuntíð verið tosað um eitt lokalt ‘vit’, og so ‘tey’ í Nesvík. Við at fáa Trúboðan dagliga inn á okkara fartelefon, teldil ella teldu, væntar og vónar hann, at hetta verður ein góður máti at fáa eitt nógv sterkari felags ‘vit’ í Kirkjuligu Heimamissiónini.

– Á hendan hátt koma vit hvør øðrum nærri við tí, sum vit hava at geva, bæði við orðinum um Jesus og kunningini um tað kristna arbeiðið annars, bæði innan- og uttanlands, sigur hann.

Ein partur av okkara missiónsarbeiði

Sum nú er, gjalda haldarar Trúboðans eitt haldaragjald, og tað fíggjar ein part av rakstrinum. At fara inn á nýggju heimasíðuna verður fyri brúkaran ókeypis – við fullari atgongd.

– Hesin opni leistur er tó ikki so bíligur, og tí vóna vit, at núverandi haldarar og onnur, ið dáma nýggja Trúboðan, eisini fara at stuðla visjónini fíggjarliga. Hetta skal síggjast sum ein neyðugur og spennandi partur av okkara missiónsarbeiði, og eins og vit seta trúboðarar og onnur starvsfólk, so er hetta ein liður í endamálinum við arbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sigur hann.

Símun skoytir uppí, at netsíðan gevur eisini møguleika fyri lýsingum.

Ætlanin er, at nýggja heimasíðan trubodin.fo fer av bakkastokki í samband við stórmøtini, sum verða í Klaksvík frá 2. til 4. november.

Frá bløðunum og inn á netið

– Tankin um møguliga eisini at geva eitt blað út av og á, til dømis einaferð um ársfjórðingin, hevur verið frammi, men tað krevur eisini orku, og vit meta, at tá vit nú hava gjørt av at fara undir hetta nýbrotið, so fara vit ‘all-in’, sigur Símun.

LES EISINI  "Dagsins andakt" skiftir ham

– Viðvíkjandi blaðútgávu síggja vit allastaðni kring heimin stórar avbjóðingar. Bløðini klára seg ikki fíggjarliga, tí fólkið fer meira burtur frá bløðunum og inn á netið, og hvussu leingi skulu vit so halda fram at brúka orku uppá ein miðil, sum færri og færri lesa. Vit síggja, at haldaratalið hjá Trúboðanum minkar støðugt. Spurningurin er, um vit ikki hava eina stóra ábyrgd fyri at arbeiða, har fólkið er. Grundirnar fyri ikki at gera hetta, sum vit nú gera, eru heldur ikki so haldgóðar, sum tær kanska vóru fyri nøkrum árum síðani, sigur Símun.

Ein neyðug loysn

Spurdur um henda nýggja ætlanin er ein neyðloysn, sigur Símun, at tað er hon ikki.

– Nei, hetta er sanniliga ikki ein neyðloysn, men eg vil heldur kalla tað fyri eina neyðuga loysn. Vit vilja vera skjótari og nærri fólkinum. Tankin er at fáa fólk inn á heimasíðuna hvønn dag, júst sum tú fert inn á aðrar portalar sum til dømis vp.fo ella portal.fo, so fert tú inn á trubodin.fo. Á tann hátt miðja vit eftir at vera ein partur av tí dagligu heimasíðuvitjanini, sum fólk vanliga gera sær.

Við megintankanum um at bjóða seg fram til tænastu og nýta tær mongu talentirnar í rørsluni, verður heimasíðan bara tess betri, um fleiri vilja hjálpa til við tilfari. Fólk uttanfyri Kirkjuligu Heimamissiónina kunnu eisini verða spurd um eitthvørt, men tað verður Øssur Kjølbro, redaktørurin, sum avger, hvat verður lagt út. Hann tryggjar, at Heimamissiónin kann standa inni fyri tí, sum verður lagt út. Eg vænti, at øll kristin og onnur áhugað eisini kunnu fáa gagn av tí, sum vit koma at bjóða fram, hóast tað er eitt málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sigur Símun.

Vónar at fólk síggja møguleikarnar

Hann sigur eisini, at arbeitt verður við at fáa eitt studio í Nesvík við útgerð, so møguleiki verður til dømis at gera samrøður og leggja tær út á heimasíðuna.

– Eru tað fólk, sum sita inni við hugskotum um eitt ella annað viðvíkjandi møguleikum á heimasíðuni, so eru øll hjartaliga vælkomin at venda sær til Øssur Kjølbro við tí, sigur Símun og endar við vón um, at kvinnur og menn – ung sum eldri – í Kirkjuligu Heimamissiónini fyrst og fremst kunnu síggja møguleikarnar í hesum neyðuga leisti fyri rørslu okkara og samtíðina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina