Trúboðin hevur brúk fyri 50.000 krónum her og nú

Vit menna Trúboðan við fullari ferð, og nú bráðtørvar okkum tína hjálp. Seinni fara vit at siga frá um eina sera stórfingna gávu, vit hava fingið frá einum donskum grunni. Peningurin er eyðmerktur at keypa eitt farbart sjónvarpsstudio. Men í hesum sambandi skulu vit skaffa 50.000 krónur, um vit skulu náa heilt á mál.

Okkara royndir vísa, at videoklipp røkka minst 50% fleiri menniskjum við Guds orði enn skrivaðir tekstir. Tí meta vit tað vera alneyðugt at vit nú menna okkara videoframleiðslu. Tí tað liggur okkum jú á hjarta at boða gleðiboðskapin fyri menniskjum. Vit vilja fegin live-stroyma møtir, men vit vilja so nógv annað eisini.

Pallborðsfundir, stuttar (1-5 minuttir langar) evangeliserandi filmar, samrøður og frásagnir sum vit vilja senda út við gleðiboðskapinum beint út á fartelefonirnar í føroysku buksulummunum. Vit vilja fortelja um frelsara okkara Jesus Kristus, og vit vilja greiða frá hvussu tað er at ferðast saman við Gudi í trúgv og tænastu.

LES EISINI  Nýggi Trúboðin.fo verður lagdur fram leygardagin kl. 16

Sum sagt hava vit fingið eina stóra gávu, sum hevur flutt okkum nógv nærri okkara dreymi. Men okkum tørvar enn 50.000 krónur. Og vit skulu brúka tær beint nú, tí vit hava fingið eitt gott tilboð frá okkara veitara. Tilboðið er bert galdandi til 29. Juni.

Vit kunnu keypa útgerð fyri peningin frá grunninum, men hetta verður so ein eldri tøkni, sum skjótt kann vera ov gomul. Og harmiligt hevði tað verið at brúkt so nógvar pengar uttan at vita, at hon fer at halda í nógv ár.

Tí biðja vit um tín stuðul til hesa verkætlan við at senda okkum pening júst nú. Hjálp okkum at stuðla teimum smáu missiónshúsunum, sum ikki sjálv hava pening til egna útgerð. Hjálp okkum at røkka út til ikki-trúgvandi fólk við Guds orði, og hjálp okkum at hjálpa øðrum at vaksa í trúnni og tænastuni.

Tú kanst stuðla niðanfyri, ella við at senda pening á kontu 6460-112.546.1 og vidmerk “Sjónvarpsstudio”

LES EISINI  Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Takk fyri allar gávur!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina