Trúboðin í nýggjum sniði

Ársins fyrsta útgáva av blaðnum “Trúboðin” er komin í sølubúðirnar og til haldararnar, og skjótt sæst, at blaðið hevur fingið nýtt snið! Trúboðin er farin í samstarv við lýsingastovuna Krea, sum hevur staðið fyri sniðgevingini og nú stendur fyri uppsetingini av blaðnum. Øll snið hava sína tíð, og tíðin er nú komin til eitt lættari og meira livandi snið. Við hesum vil Trúboðin eisini gerast meira sjónligur enn áður.

Heimasíðan trubodin.fo er eisini dagførd í løttum og ljósum sniði.

Trúboðin er málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Blaðið verður prentað í 2.000 eintøkum og kemur út annan hvønn fríggjadag við tíðindum frá kirkju og missión, heima og úti, kristiligum greinum, samrøðum og øðrum.