Trúboðin sendir Teir níggju lestrarnar.

Í ár ber ikki til at fara í kirkju á jólum, sum vit eru von, og tí mugu vit finna upp á aðrar mátar at halda jólaaftan.
Starvsfólkini hjá Heimamissiónini hava verið í Nes kirkju og tikið eina gudstænastu upp, sum vit vóna, at tit vilja njóta saman við okkum. Gudstænastan ber heitið ’Teir níggju lestarnir’.

Festival of Nine Lessons and Carols er upprunaliga ein enskur siður, sum tók seg upp í kirkjum á jólum í 1880, og er síðani farin víða um heimin. Á skránni verður bíbliulestur, sálmasangur, sangframførsla og ein heilsan frá Ova Brim, presti.

Gudstænastan verður send á trubodin.fo jólaaftan 24. desember klokkan 14.00,
og á sjónvarpsrásini Iktus ber eisini til at síggja gudstænatuna klokkan 16.25 og klokkan 21.35.

LES EISINI  Minnist tú filmarnar um jól og advent frá Bibelproject?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina