Trúpoddurin fer í summarferiu

Seinastu vikurnar hevur verið nógv at sæð til Bjartu, Hera, Mariu og Sjúrð á Trúboðanum. Hesi fýra byrjaðu eina poddkastrøð fyri ung, sum vit í dag kenna sum Trúpoddurin.

Tá Trúpoddurin byrjaði, høvdu tey øll sera góða tíð, tí mestsum allar Føroyar sótu heima vegna Korona.

– Vit høvdu sera góða tíð at taka upp, og tað var sera hugnaligt at koma saman í Nesvík, tí man sá so at siga ongan annan, sigur Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen.

Tá øll byrjaðu at arbeiða aftur, sendu Bjarta og Maria eina heilsan út á Trúboðan, har tær greiddu frá, at Trúpoddurin nú fór at vera annan hvønn hósdag. – Tað bleiv verri og verri at finna tíðir, tí vit vóru fýra fólk, við sera ymiskum arbeiðsvaktum, greiðir Bjarta frá.

Nú er summar og ein nýggjur kapittul liggur fyri framman.

Heri og Maria fara niður at lesa, og tað ger, at Trúpoddurin fær heilt nýggjar avbjóðingar. – Vit hava valt at fara í summarferiu, tí Heri og Maria skulu niður skjótt, greiðir Bjarta frá og heldur á fram, vit hava fingið at vita, at við tí nýggju útgerðini, sum Trúboðin fer at keypa, ber til hjá okkum at sita í hvør sínum landi og kortini taka ein poddkast upp. – Vit eru sera spent at royna ta nýggju tøknina, men vit vita ikki enn at siga, nær næsti Trúpoddur kemur út, sigur Maria Petersen.

LES EISINI  Menn í kjóla - Páskir

Vertirnir eru sera takksamir fyri tær seinastu vikurnar. – Tá vit byrjaðu hesa røðina, vistu vit ikki heilt, hvat vit skuldu vænta. Men Gud hevur vælsignað okkum. Vit hava fingið eitt kul navn, vit hava havt eitt ungdómsmøti og Gud hevur tala til nógv menniskju gjøgnum okkum. Vit vilja takka tykkum, sum hava lurtað og takka Gudi fyri hansara signing, greiða vertirnir frá.

Trúpoddurin er at finna á Trúboðin.fo og á Spotify.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina