Trupulleikar ella møguleikar…

Tað er ikki bert serlig menniskju, Gud nýtir til at bera gleðiboðini út. Tað eru allir lærusveinar hansara, og vit eru ikki eina. Gud fyllir okkum við Anda sínum og ger okkum út við náðigávum og fruktum, ið fáa okkum til at anga av Kristusi.

Tá gleðiboðskapurin skal berast út, so er tað Gud, ið ger allan munin. Men hetta merkir ikki, at vit eru kallað til at trilva fram í myrkri.

Ein prædikumaður ansar eftir kalli sínum við at lesa viðkomandi bókmentir, taka lut í skeiðum og við at arbeiða við rødd síni. Ein lovsangsleiðari røkir kall sítt við at hugsa gjølla um bíbilskar tekstir um lovsong, læra seg nýggjar sangir og at venja seg á ljóðføri sítt. Ein trúboðari í útlondum røkir sítt kall við at seta seg inn í mentanina og læra at tosa staðbundna málið.

Somuleiðis kallar Gud okkum øll at røkja okkara kall til missión. Og tað er í grundini als ikki øðrvísi enn hjá útlandstrúboðarum.

Vit røkja øll kalli okkara sum gerandis-trúboðarar við at royna at skilja ta mentan, vit eru sett at boða Jesus inn í. Tá kunnu vit nevniliga lættari síggja tey høvi og møguleikar, vit serliga í okkara tíð og samanhangi, hava til at deila gleðiboðskapin.

Av og á billa vit okkum inn, at henda tíðin og hesin mentanarligi samanhangurin er sera trupul at boða Jesus inn í. Men henda tíðin er ikki nakað eindømi, hvat tí viðvíkur. Amerikanski høvundurin, Mark Twain er ofta sagdur at standa aftanfyri endurgevingina: “Søgan endurtekur seg ikki, men hon rímar.”

Okkara tíð hevur sínar serligu avbjóðingar og møguleikar, men soleiðis hevur altíð verið. Menniskju hava líka síðan syndafallið verið borin í heim við rygginum ímóti Gudi, og hetta er komið til sjóndar á ymsan hátt gjøgnum heimssøguna. Andsstríðið er hitt sama og frelsuvilji Guds er í dag eins stórur sum tá, tey flestu okkara gingu í sunnudagsskúla, ella tá trúbótin fór fram fyri mongum øldum síðani.

Einasti munurin á okkara tíð og øll møgulig onnur tíðarskeið í heimssøguni er, at vit ikki kunnu halda armslongdarfrástøðu, tí vit jú sjálvi eru partur av henni. Júst tí er neyðugt hjá okkum at vera varin her. Vit skulu ikki øll gerast mannfrøðingar, samfelagsfrøðingar ella hugmyndasøgufrøðingar. Men vit skulu venja okkum í at skilja granna okkara, vin ella starvsfelaga okkara, um vit ynskja at náa tey við gleðiboðskapinum. Harumframt læra vit eisini okkum sjálvi betur at kenna, tá vit royna at skilja tað samfelagið, vit eru partur av.

Verðsliggjørda samfelagið

Danmark er seinastu áratíggjuni vorðið alt meira verðsliggjørt. Hetta kemur til sjóndar á mangar hátt. Færri koma regluliga í kirkju, kristindómurin fyllir minni og minni í skúlaundirvísingini og kristin virði verða alt oftari skýrd at vera neilig og afturhaldssinnað.

Hetta er í grundini neiligt. Sjálvandi. Tí hetta merkir, at færri og færri menniskju møta gleðiboðskapinum. Men á ein løgnan øvutan hátt opnar hetta eisini upp fyri møguleikum. Nógvir danir – serliga yngru ættarliðini – vita so lítið um kirkju og kristindóm, at tað nærum gerst meira spennandi og eksotiskt enn joga og eysturlendskur átrúnaður.

Hóast nógv klassisk kristin virði verða álopin og niðurgjørd í miðlum og (fjøl)mentan okkara, so eru kortini risamøguleikar fyri at møta einum so at siga fordómsfríum forvitni – serliga hjá yngru ættarliðunum. Men hetta er treytað av, at vit koma inn á lívið av hesum menniskjum.

Skjóttgangandi samfelagið

Í okkara døgum gongur alt við rúkandi ferð. Hetta síggja vit á nógvum økjum. Miðaldanin skiftir starv nógv oftari enn áður. Tøkniliga menningin er samstundis víðkað munandi til stórt sæð øll øki av gerandisdegi okkara so at vit so at siga í dag eru vorðin hvíluleysir netreikarar. Í okkara tíð ber næstan ikki til at sleppa á toylett uttan at hava við sær sína snildfon. Mong eru meira ella minni vorðin bundin at støðuga floyminum av uppsløgum á sosialu miðlunum. Vit reika úr tí eina í tað næsta og alt færri okkara lesa longur bøkur. At fordjúpa seg og at hugsa seg gjølla um er vorðið alt meira sjáldsamt at síggja.

Tað er ein avbjóðing fyri okkum kristin, ið ynskja at liva boðandi við at sýna brá og brot av Jesusi í orði og verki í gerandisdegi okkara. Tí vit eru sjálv merkt av eini mentan, sum dámar betur “quickfix” loysnir heldur enn tíðarkrevjandi umhugsni. Tað er ein avbjóðing, tí vit hava umhugsni, frið og “seinføri” /tíð saman við Gudi fyri neyðini.

Um ikki, so gerst tað grunnskygd og kemur at mangla dýpt. Vit eru í vanda fyri at mangla tað, vit sjálvi mugu hava føði frá, tá vit skulu út við gleðiboðskapinum.

Harafturat kemur, at tað at luta gleðiboðskapin við onnur sjáldan er ein “verkætlan”, ið er skjótt avgreidd. Oftani er neyðugt við góðari tíð, tolsemi og raðfesting. Heilt stóri lykilin í dag fyri at náa menniskju er júst tað at taka sær tíð til at byggja upp eina falsleysa, reiðiliga og ærliga relatión.

Tá mín familja og eg fluttu úr Keypmannahavn til Skjern fyri 1½ ári síðani fingu vit eina farvælgávu frá samkomu okkara. Gávan var eitt súreplatræ. Hóast tað var heldur tvørligt at skula flyta hetta tvørtur um landið, goyma tað í einum urtapotti i ein mánað, alt meðan viðføri okkara stóð goymt burtur, og síðani at planta tað niður í ein urtagarð, vit bert høvdu fyribils, fyri síðan at grava tað uppaftur og so planta tað niður aftur í nýggja garð okkara, tá vit endiliga høvdu fingið keypt eini hús, ja, so virðismeti eg kortini træið í dag. Kanska eisini enn meira, júst tí, at tað hevur fylgt okkum gjøgnum alt roksið og fjasið.

Á sama hátt er tað við teimum relatiónunum, vit byggja upp við menniskju yvir tíð og ár. Her eru ongar skjótar loysnir, men yvir mánaðir og ár fara vit at verða alt nærri knýtt at teimum menniskjum, vit hava raðfest. Og tá vit byggja upp slíkar relatiónir, og tær væl at merkja ikki bert eru “verkætlanir”, men sannar, erligar og reinar relatiónir, ja, so fáa vit møguleika at koma afturum ta grunnskygda.

Tey, vit byggja upp tætt sambond við, hava størri lyndi til at luta tað trupla í lívinum við okkum og at lurta eftir, hvørjar tankar vit gera okkum um lívsins stóru spurningar. Tað er júst her,  møguleikarnir ofta vísa seg.

Og so hevur tað ta ávirkan, sum eisini ger seg galdandi við súreplatræi okkara. Vit gerast góð við tey fólk, vit raðfesta yvir tíð. Og hetta gevur føðslu til neyð okkara fyri teimum og frelsu teirra. Hetta eggjar okkum at biðja fyri teimum og tríva í teir møguleikar, Gud leggur til rættis fyri okkum til at luta heimsins besta boðskap við onnur.

Einsliga samfelagið

Umframt hetta kemur eisini, at vit eiga at vita, at vit liva í einum samfelagi, har einsemi fyllir alt meira. Eg haldi, at “einsliga samfelagið” í ein ávísan mun er ein avleiðing av “skjóttgangandi samfelagnum”. Nógv  – serliga ung – uppliva, at tey sjálvi hava færri og færri nær vinaløg, enn tey halda, onnur hava. Hetta kemst m.a. av sosialum miðlunum og ótta okkara fyri at missa okkurt ella verða okkurt fyri uttan. 

Eg havi hugleitt eitt sindur um, hvørt Gud á ein serligan hátt hevur havt okkum, ið búleikast í vestliga heiminum í okkara tíð, í huga, tá hann gjørdi av at lata gestablídni vera eitt so stórt evni í Nýggja Testamenti, sum tað er (t.d. Róm.12,13 og 1.Tim3,2 og Hebr.13,2). Nógv í okkara tíð nærum skríggja til himmals eftir gestablídni okkara.

Tá vit eru gestablíð bjóða vit samstundis eisini seinførinum/tíð innum. Vit berjast ímóti einseminum. Vit opna okkum, ja, blotta okkum og geva soleiðis eisini rúmd fyri eini djúpari relatión. Tá vit eru gestablíð, eru vit samstundis gávumild við tí allarmest eftirspurdu og dýrabaru handilsvøruni í okkara tíð, okkara uppmerksemi.

Tessvegna skulu vit nýta heim okkara som depil til at vitna um Jesus. Tey flestu okkara eta kortini 21 fastar máltíðir um vikuna. Hví ikki taka eina ella tvær teirra saman við granna okkara ella floksfelagarnir hjá børnum okkara? Flestu okkara búgva mitt millum fólk, ið hava desperatan tørv á at læra at kenna Jesus. Nakað av tí mest týðandi, vit kunnu gera, tað er at bjóða teimum innum.
Dansk Luthersk Mission við Mathias Richard Jefsen-Hansen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina