Trý starvsfólk siga farvæl

Árskiftið er fyri mong bæði ein endi og ein nýggj byrjan. Soleiðis er tað eisini hjá trimum av okkara starvsfólkum.

Talan er um Heðin Arge og Bjartu Berthelsen, sum bæði hava verið í starvi á Trúboðanum umframt Jóhan Hansen, sum síðani í summar hevur verið í starvslæru hjá Heimamissiónini, har hann serliga hevur verið knýttur at barna- og familjuarbeiðinum.

Bjarta Berthelsen byrjaði sum volontørur í februar 2020, tá ið Øssur Kjølbro fór í farloyvi. Síðani tá hevur Bjarta havt ábyrgdina av at leggja dagligu andaktirnar út á trubodin.fo, eins og hon hevur virkað sum fastur umsetari hjá Carsten Fonsdal Mikkelsen. Harumframt hevur Bjarta verið við til at framleiða poddkastrøðina Trúpoddurin og dramastykkini, sum vórðu send í samband við stórmøtini. Bjarta er nú farin til Danmarkar á Børkop, sum er bíbliuskúlin hjá Indre Mission í Danmark. Vit vóna, at hon av og á fær stundir til at senda okkum eina lýsing av lívinum sum háskúlanæmingur.

1. juli 2020 byrjaði Heðin Arge í 25% starvi á Trúboðanum. Stæddur í Danmark hevur hann staðið fyri poddkastrøðini Spyr gudfrøðingin, umframt at hann hevur skrivað fleiri greinar um meinigheitslív bæði í Føroyum og í Danmark. Heðin fer nú úr starvi, tí hann skal gera ymiskar uppgávur lidnar í Danmark, áðrenn hann og familjan flyta heim til Føroya í summar.

LES EISINI  Jákup Brúsá nýggjur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini

Síðani í summar hevur Jóhan Hansen úr Rituvík verið í starvslæru hjá Heimamissiónini. Starvslæran hevur verið partur hansara útbúgving sum yrkisbachelor í 3K – kristendom, kultur og kommunikation. Hetta tíðarskeiðið hevur Jóhan millum annað framleitt stutt video fyri SIMBA, eins og hann stóð fyri framleiðsluni av SIMBAHITTINUM, sum varð sent í samband við stórmøtini. Nú er starvslærutíðin komin at enda, og Jóhan fyrireikar seg til próvtøku. Vit ynskja honum góða eydnu við tí.

Vit eru sera takksom fyri alt tað, sum hesi trý hava givið okkum. Soleiðis sigur aðalskrivarin, Andrias Magnussen, sum heldur fram: Vit ynskja teimum Guds signing yvir framtíðina. Og so vóna vit, at vit framhaldandi fara at hoyra frá teimum á Trúboðanum.

Vit siga nú farvæl við trý dugnalig starvsfólk, og tí er tað ongin loyna, at okkum tørvar starvsfólk. Serliga er tað á Trúboðanum, at okkum tørvar ein volontør skjótast gjørligt, sum kann hjálpa okkum. Tí skal enn einaferð ljóða ein áheitan á øll um at hjálpa okkum bæði í bøn og í verki við at finna ein nýggjan volontør, sigur Andrias Magnussen at enda.

LES EISINI  Øssur fer úr starvi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina