Trý sunnukvøldsmøti um kjarnan í kristnu trúnni

– Tey ungu spyrja eftir meira frálæru, og stýrið heldur tað eisini vera skilagott at seta meira fokus á hetta. Tí hava vit gjørt av at brúka eitt sunnukvøldsmøti um mánaðin í tríggjar mánaðir til at gjøgnumganga nakrar høvuðstættir í Rómverjabrævinum.

Hetta sigur Asbjørn Mikkelsen, limur í stýrinum fyri Meinigheitshúsið á Skála. Tey hava heitt á Atla Rasmussen í Klaksvík um at undirvísa, og tað fyrsta av hesum møtum verður nú sunnukvøldið.

– Júst Rómverjabrævið er ein gjøgnumgongd av teimum mest týðandi spurningunum í kristnu trúnni.

Kvøldini verða skipað so, at Atli fyrst hevur eitt upplegg, sum varir umleið 35 minuttir. Síðani er høvi at seta spurningar ella gera viðmerkingar, tí samrøða er ein góður máti at læra, sigur Asbjørn.

Fyrsta møtið um Rómverjabrævið verður nú sunnukvøldið kl. 18:00. Hesaferð verður steðgað við 1. kapittul sum ein inngangur til brævið, og síðani við tvey vers í 3. kapittli, nevniliga 21. og 26. vers, ið snúgva seg um at verða rættvísgjørdur við trúgv. Hini bæði kvøldini verða so væntandi 31. mars og 28. apríl, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

LES EISINI  Kirkjan í Liberia hevur tørv á bráðfeingishjálp

Bjartskygni á Skála

Annars sigur Asbjørn, at tað hendir ikki einki í Meinigheitshúsinum. Í seinastu viku var missiónsvika við góðum møtum, sum vórðu væl vitjað.

Seinastu umleið tvey árini hevur húsið javnan skipað fyri almennum døgurða mikukvøld, og tað hevur óivað verið við til at geva fleiri fólkum tilknýti til húsið.

Og í streingjakórinum eru nú umleið 30 fólk, sum venja hvørt mánakvøld.

– Eisini hevur húsið fingið nakrar dagføringar innandura seinastu tíðina, har tey ungu eisini hava sett síni fingramerki á. Fólk, sum komu á missiónsviku, høvdu á orði, at húsið er hugnaligt og innbjóðandi at koma inn í. Næsta stigið verður so at klæða húsið uttan, og ætlanin er at byrja við vegginum suðureftir. Einki lán er í húsinum, og vit arbeiða støðugt eftir, hvussu ráðini eru, sigur Asbjørn Mikkelsen at enda.

Umframt hann eru Mariann Poulsen Garðalíð, Annika Hansen, Marin Elisabeth Poulsen og Símun prestur í stýrinum.

LES EISINI  Átta daga missiónsvika á Skála
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina