Trygdartænastan ger rannsóknir í kirkjum
Ukrainska trygdartænastan, SBU, hevur seinastu tíðina gjørt rannsóknir í hundatals kirkjum í Ukraina. Starvsfólk í kirkjunum verða avhoyrd, og hald verður lagt á russiskar bøkur.
Kríggið er nú av álvara flutt inn um kirkjudyrnar í Ukraina, har kirkjurnar, sum fyrr vóru partur av russisku ortodoksu kirkjuni, seinastu tíðina eru skuldsettar av myndugleikunum í landinum. Umframt rannsóknir, so er eitt lógaruppskot lagt fram, sum skal banna átrúnaðarligur felagsskapum og stovnum, sum antin eru partur av russisk ortodoksu kirkjuni, ella sum á annan hátt verða ávirkaði av henni.
Í døgunum eftir russisku innrásina vendu russisk ortodoksu kirkjunar í Ukraina Russlandi bakið, og 27. mai kvettu kirkjurnar alment sambandið við Russland og stovnaðu ístaðin ukrainsku ortodoksu kirkjuna. Men myndugleikarnar hava nú illgruna um, at nøkur av starvsfólkunum í kirkjuni framvegis hava samband við Russland og arbeiða sum loyniumboð í Ukraina.
SBU upplýsir, at tey hava funnið bøkur, pening og falsaði skjøl, tá ið tey hava gjørt húsarannsóknir í bygningum hjá ortodoksu kirjuni í Ukraina. Upplýst verður ikki, um nakar er handtikin.
Í Russlandi verða skuldsetingarnar ímóti kirkjuni brúktar sum góð dømi um, hvussu russiskir minnilutar í Ukraina verða atsøktir.