Tú hevur givið mær opin oyru. 

Tú hevur givið mær opin oyru. 

Sálm 40,7

Orðarætt stendur tað, at tú hevur borað ígjøgnum oyru míni. Fyri at eg kann  hoyra og fáa fatir í, hvat Gud vildi siga mær, mátti ein skurðviðgerð gerast. 

Av lyndi eru vit deyv – mótvegis Gudi. Hetta vita vit gomlu av royndum, hvat deyvleiki merkir. Tað merkir ikki at hoyra, og hvør fylgjan av tí kann vera. Ringasta við at vera deyvur, er, at tú misskilir, tú misfatar. Tú trýrt, at tú hevur skilt, men tó misskilt. 

Ígjøgnum alt, Gud hevur sagt til okkara í tí heilagu skrift, er kæra um, okkara deyvleika. Tað ringasta av øllum, er, at sjálvt Guds orðs boðan, kann fáa ta ávirkan, at okkara deyvleiki kann gera okkum deyv fyri orðinum. So Gud kundi siga við profetin, Jesaja, tá hann gjørdi hann til sendiboð sítt: “Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra deyv og eygu teirra blind, so at tey síggja ikki við eygunum og hoyra ikki við oyrunum og fata ikki við hjartanum so mikið, at tey kundu vent við og verið grødd.” (Jes 6,10) 

Sannleikin er jú tann, at eingin er so blindur sum tann, ið ikki vil síggja, og eingin er so deyvur sum tann, ið ikki vil hoyra. Hetta er veruleikin um eitt fólk, har Guds orð hevur verið boðað í túsund ár. 

Men tá er tað Gud, sum tann stóri lækni, hann er, viðhvørt gera tað stóra undur í einum menniskja, at hann opnar oyruni – ja, eyguni við. Brádliga, hoyri eg, lesi eg Guds orð, og tað brýtur ein niður: hetta viðvíkur meg sjálvan! Brádliga opnast míni eygu, og eg síggi Jesus. Hann hevur ikki vent mær bakið, men hevur alla tíðina leitað eftir mær. 

“Men goymdi eg orð hans í hjarta, um trúgvin var lítil og veik, ein dag sá eg undurið bjarta, tí orð hans tað ongan sveik.” Hms. 226,4 

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti