Tú sært ein sterkan fólkahóp, ið telur 300 milliónir í 2030
Hóast atsóknum verður roknað við, at talið av kristnum í Kina í 2030 fer at røkka 300 milliónum
Atsóknir
Ron Boyd–MacMillan, doktari, og hernaðarligur stjóri innan gransking hjá “Open door,” sigur, sambært Express UK, at kommunistiski flokkurin við Xi Jinping, forseta, óttast fyri, at tey kristnu í Kina fara at vaksa sterkari í tali. Hetta ger, at atóknirnar fara at vaksa og halda fram.
“Vit halda, at prógvini, hví kirkjan í Kina er so miðvís, er, at leiðarar tess óttast fyri kirkjunnar framgongd og vøkstri,” viðmerkti hann.
Tey kristnu
Hann boðaði frá, at kristna fólkið í kommunistiska landinum, fór í 2030 at røkka teimum 300 milliónunum
“Um tað veksur við somu ferð, síðan 1980, og tað er ein árligur vøkstur, ið svarar til 7 – 8%, so fer samanumtikið talið av kristnum í 2030 at gerast um leið 300 milliónir, sambært Boyd-MacMillan,” og hann heldur fram og sigur: “Tú veitst, at kinesiska leiðslan, hevur gjørt eina langtíðar ætlan. Eg veit fyri vist, at búskaparætlanin røkkur fram til 2049, so hetta nervar almikið. Mær tykir, at um kirkjan heldur fram at vaksa við somu ferð, má valdið verða sundurlutað
Kinesiska stjórnin
Í 2020 royndi kinesiska stjórnin, hóast koronusmittuna at økja álopini á tey kristnu. Nú, í 2021, fara atsóknirnar væntandi at halda fram enn verri.
Fyri stuttum hevur kinesisk-amerikanski presturin, Francis Chan, merkt atsóknirnar á egna kroppi sínum. Hann og familjan vórðu tvingað at venda aftur til USA, tí Hong Kong ikki góvu teimum visum longur. Francis familjan flutti til Sham Shui Po í Hong Kong í februar 2020 úr San Francisco at gera tænasu sum trúboðarar har.
“Áðrenn vit vórðu noydd at fara úr Hong Kong: – Justin, Peter og eg, sóu vit Harran hava gróðursett tríggjar húskirkjur, 15-20 fólk í hvørjari,” segði hann. “Vit hava, hvør einsæris verið við at stovnseta hvør sína húskirkju í heimum okkara, men brádliga sóu vit, at við máttu fara frá øllum.”
Rhoda Gayle, GOD TV Daily 2. Februar 2021
Henry Debes, umsetti