Tummas Kannuberg virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi

Sunnudagin 21. januar verður Tummas Kannuberg virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.

Sóknarpresturin, Símun Persson Jacobsen, hevur fingið lestrarfarloyvi frá 1. januar – 31. mai 2024, og í hesum tíðarskeiðinum røkir Tummas Kannuberg embætið.

Tummas Kannuberg er ættaður úr Leirvík. Hann tók prógv sum gudfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 2021. Tummas hevur síðan m.a. starvast sum námslektari á námsvísindadeildini í Fróðskaparsetri Føroya og sum virkandi sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm í Viborg Stift, har hann hevur verið prestur í eitt gott ár.

Dómprósturin Uni Næs skipar Tummas Kannuberg í embætið.

Eftir gudstænastuna verður móttøka í kirkjuhúsinum, har øll eru vælkomin.

Í Sjóvar prestagjaldi eru bygdirnar Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Strendur, Innan Glyvur, Skála, Skálafjørður og Oyndarfjørður.

LES EISINI  Menn í kjóla: Um hví tað er skilagott at fara til gudstænastu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina