Tvær juniorlegur sama vikuskifti: Hundraðtals juniorar læra um bíbilskar fyrimyndir

Fyrsta fríggjadag og leygardag í mars er vanliga lega fyri juniorar í Leguhúsinum í Nesvík. Junioraldur er vanliga 11-14 ár, og tey, ið hava juniormøtir í missións- og meinigheitshúsum um landið, skiftast um at skipa fyri hesi lívligu legu.

Seinastu árini hava verið avbjóðingar, tí so nógv vilja sleppa á juniorlegu. Tí varð avgjørt eftir juniorleguna í fjør, at í ár verða tvær legur sama vikuskifti. Onnur byrjar fríggjakvøldið 28. februar og endar leygarkvøldið 29. februar, hin byrjar seinnapartin leygardagin 29. februar og endar seinnapartin sunnudagin 1. mars.

Fyri at fáa hetta at bera til, verður eitt rimmar felags tiltak í høllini leygardagin klokkan 16. Hetta er síðsta tiltakið á fyrru leguni og fyrsta tiltakið á seinnu leguni. Umframt stuttlig spøl og kappingar, lívligan tónleik og sang, tosar Mariann D. Poulsen av Strondum um eina fyrimynd í Bíbliuni, og Ásbjørn Berthelsen undirheldur.

Tekningin fer fram á juniormøtunum, sum eru fast vikuligt tiltak í missións- og meinigheitshúsum um landið. Hesaferð skipar juniorarbeiðið í missiónshúsinum á Glyvrum fyri fyrru leguni og juniorarbeiðið í KFUM&K í Klaksvík fyri tí seinnu. Bygdir og býir, sum hava juniorarbeiði, eru býttar upp og lagdar á hvør sína legu, so legurnar væntandi verða nøkunlunda eins stórar (sí á myndini niðanfyri).

LES EISINI  Nýtt starvsfólkarúm í Leguhúsinum í Nesvík 

Luttøkugjaldið er 300 krónur fyri hvønn, og tekningarfreistin er 23. februar (ella so leingi pláss er).

So lagt er upp til eitt brak av einum vikuskifti, tí tað hoyrist og merkist, tá hundraðtals glað 11-14 ára gomul fylla leguhúsið!

Tvær juniorlegur sama vikuskifti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina