Tvær konsertir í Løkshøll

Um vikuskiftið verður Sangfagnaður’16 í Leguhúsinum í Nesvík. Tiltakið, ið hevur yvirskriftina “Vit eru frí”, endar sunnudagin við tveimum konsertum í Løkshøll í Runavík.

Seinastu árini hevur ein sang- og tónleikalega verið ein partur av Simba-legunum, men í ár er hetta broytt soleiðis, at eingin sang- og tónleikalega var í summar, men í staðin verður skipað fyri einum øðrum og størri tiltaki, nevnt “Sangfagnaður’16”, og tað hevur fingið sera góða undirtøku.

 

Sangfagnaður’16 fullteknað
Millum 130 og 140 børn og juniorar eru teknað til tiltakið. Hetta verður eitt brak av einum vikuskifti, fylt við sangi, tónleiki, kórum, rørslum og góðari ljóð- og ljóstøkni.
Tiltakið er fyri børn úr øðrum til sjeynda flokk, og børnini verða býtt sundur í barnakór 2.-4. flokk og juniorkór 5.-7. flokk, umframt felagskór.

Tað verða Jannet H. Højgaard, Helena Hansen og Hallgerð Brim av Toftum, sum leiða barnakórið. Karin Mikkelsen og Vivian Ole-Jacobsen úr Sørvági leiða juniorkórið. Felagskórið verður stjórnað av Fríðhild Jensen, Strendur, og Elsu Fonsdal Mikkelsen, Skála.

Tað verður nógv venjing á skránni. Byrjað verður fríggjakvøldið. Men ikki verður bara venjing, eisini vera fríløtur og ymsir aktivitetir, og leygarkvøldið verður undirhald og hugni. Eisini verður ein bíbliutími við Beintu Berthelsen seinnapartin leygardagin.

Tvær konsertir
Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi, sigur, at tiltakið líkist Gospel Kids festivalinum, sum verður hildin runt um í Danmark. Fyrireikararnir hava valt at kalla okkara tiltak Sangfagnaður.

Hetta er fyrstu ferð, at tiltakið er í Føroyum. Børnini fara at læra nýggjar sangir, og minst tríggir sangir eru umsettir til føroyskt í hesum sambandi.
Tiltakið endar við tveimum almenum konsertum í Løkshøll sunnudagin 16. oktober, klokkan 15.00 og 16.30. Løkshøll tekur umleið 300 fólk, og fyrireikararnir vænta nógvar áhoyrarar.

Atgongumerkir á 40 krónur kunnu keypast á loksholl.fo.