Tvær ungdómsløtur á stórmøtunum

Stórmøtini 2019 nærkast í hvørjum – tey verða í høllini á Hálsi í Havn í døgunum 25.-27. oktober. Stór og fjølbroytt skrá er løgd fyri stórmøtini, millum annað eru tvær ungdómsløtur.

Fríggjakvøldið klokkan 22 verður ungdómsløta, har Símun P. Jacobsen av Gjaranesi talar.

Leygarkvøldið somuleiðis klokkan 22 verður ungdómsløta, har Ovi Brim talar.

Bæði kvøldini verður sjálvandi lovsangsløta, og bæði kvøldini verður eisini sangframførsla. Millum annað kemur Tummas Eivind J. Hansen at syngja.

Skráin fyri stórmøtini annars er her:

LES EISINI  Hvørjum renna vit eftir? Skráin fyri stórmøtini 2019 er klár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina