Tveir fyrilestrar í Vesturkirkjuni um at sættast – annar í sambondum sum heild og hin í hjúnalagnum

Hesa vikuna verða tveir fyrilestrar í Vesturkirkjuni í Havn um at fáa sátt og semju, har ósemja og stríð kann vera. Tað er danin Peter Damgaard-Hansen, sum hevur báðar fyrilestrarnar. Peter er løggildur sálarfrøðingur og parterapeutur og hevur arbeitt við fólki í meira enn 35 ár. Hann hevur servitan í sáttargerð og parterapi, og hann tekur støði í einum samspæli millum likamliga, sálarliga og andaliga heilsu.

Peter skrivar sjálvur millum annað: – Skalt tú veruliga gera sátt, krevst ein máttmikil og grøðandi tilgongd, sum krevur arbeiði og økt sjálvsinnlit hjá báðum pørtum í ósemjuni. Eg leggi dent á sanna sáttargerð, og hvussu hetta kann gerast í roynd og veru.

Fyrilestrarnir í Vesturkirkjuni eru tveir í tali. Mikukvøldið 22. mai klokkan 19:30–21.30 er yvirskriftin “At gera sátt í sambondum”. Hesin fyrilesturin snýr seg um relatiónir millum menniskju sum heild. Leygardagin 25. mai klokkan 14:00–16:30 er yvirskriftin: “Fáa sátt og frið í hjúnalagnum”.

LES EISINI  Langafríggjadagur: Bjargingin er fullgjørd, tí Kristus doyði fyri meg!

Øll eru vælkomin til fyrilestrarnar. Tiltøkini eru ókeypis, men til ber at lata eina gávu.

Til ber at lesa meira um Peter Damgaard-Hansen á hesum heimasíðum:

integreretpsykologi.dk/baggrundkompetence

docpeter.com

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina