Tvey starvsfólk hjá Heimamissiónini sjúkrameldað

Erla Mortensen og Pól Johannesen eru sjúkrameldað, eftir at tey vóru í einum ferðsluóhappi í gjár.

Tey vóru stødd í sama bili ávegis til Nesvíkar, tá ið tey vórðu rakt av einum mótkoyrandi bili. Bæði hava fingið skaða og hava brotið ymiskt í kroppinum. Tey eru tí sjúkrameldaði næstu tíðina.

– Vit eru sera takksom fyri, at bæði Pól og Erla eftir umstøðunum hava tað gott. Soleiðis sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen. – Tey hava fingið snuddir og brot. Nú skulu tey hava frið og náðir at koma fyri seg aftur. Eg vil heita á øll um at umfevna Pól og Erlu og familjur teirra við bøn og tøkk til Guds. Minnist eisini til hini, sum vóru við í ferðsluóhappinum, í bønum tykkara.

– Um tykkum tørvar hjálp við onkrari uppgávu, sum Erla ella Pól skuldu hjálpa tykkum við komandi tíðina, so eru tit vælkomin at venda tykkum til mín, leggur Andrias afturat.

LES EISINI  Fráfaringarløta fyri Erlu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina