Tvinni sóknarprestaembæti í Norðstreymoy lýst leys at søkja

Fólkakirkjan sigur frá á heimasíðu síni, at tvinni embæti sum sóknarprestur í Norðstreymoy eru lýst leys at søkja. Talan er um Norðstreymoyar eystara og vestara prestagjald.

Norðstreymoyar eystara prestagjald fevnir um kirkjusóknirnar Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík, Norðstreymoyar vestara prestagjald fevnir um Vestmanna, Kvívík og Kollafjørð.

Bæði embætini eru tengd at prestagarði, har sóknarpresturin hevur skyldu at búgva, í ávikavist Hvalvík og Vestmanna.

Umsóknarfreistin gongur út 17. juni, og embætini verða eftir ætlan sett 1. september. Kirkjuráðini innstilla, og landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin.