Týdningarmiklari enn nakrantíð
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Summarið er í hondum og við tí, eitt av ársins hæddarpunktum: summarlegurnar. Tað hava verið hildnar summarlegur í nógv ár, men eg haldi, at tær eru blivnar týdningarmiklari og meira viðkomandi enn nakrantíð áður.
Eg eri sjálvur so heppin at vera nóg gamal at minnast frælsa spælið. Eg vaks upp í Miðjútlandi, langt burtur frá havinum, so spælið hjá okkum var í býlinginum, har vit búðu. Men eg vitjaði ofta ein floksfelaga, sum búði á einum bóndagarði, og har spældu vit á hoyggjhúsloftinum ella súkklaðu oman til ta gomlu torvgrøvina. Tá ið eg bleiv eldri, lá eg saman við nøkrum vinmonnum við nøsini niðri í hyljum og leitaði eftir mýggjabita ormverum, sum vit kundu geva akvariufiskunum at eta. Vit avgjørdu sjálvir, hvat vit vildu gera, og nær vit gjørdu tað. Vit skuldu bara minnast til at koma heim ásettu tíðina. Hetta var áðrenn fartelefonirnar, so foreldrini kundu ikki ringja og spyrja hvar vit vóru ella minna okkum á, at maturin skjótt var liðugur.
Men í mínum eygum sær tað út sum frælsa spælið er í lívsvanda. Nógv foreldur hyggja stúrin at afturlatnu hurðini á kamarinum, har barnið enn einaferð hevur sett seg væl fyri við snildfonini sum einasta felaga. Fysiska samveran við javngomul er broytt til einvegissamskifti við 10 ár eldri ávirkarar. Og minni og minni hjálp er at heinta í grannakamarinum, tí vit raðfesta ikki at geva børnum okkara fleiri systkin.
Ímeðan vit, foreldur, hava latið upp í hendurnar á ungum ávirkarum at mynda børn okkara, byrja trupulleikarnir at hópa seg upp rundan um okkum. Mongdin av ungum, sum kenna seg einsom, veksur skjótt. Tað einasta, sum veksur skjótari, er køin uttan fyri barnapsykiatriina. Angist og strongd eru blivin ein náttúrligur partur av barnaárunum.
Hvat ger fysiska frælsa spælið so gott?
Frælsa spælið við javngomul gav okkum møguleika, í samveruni við onnur, at menna okkum á fleiri økjum, sum børn og ung nú á døgum stríðast við at læra. Tá ið tú ikki er sloppin at venja at lurta, siga hvussu tú hevur tað og loysa tvístøður, er tað ikki so løgið at ung verða eldri og eldri, áðrenn tey er klár at fara í eitt bindandi samband sum hjúnabandið. Hvaðani skulu innlivingarevnini koma, um tú ikki hevur roynt at seta teg í støðuna hjá einum góðum vini og lært at skilja og reagera uppá støðuna, hann stendur í?
Hvar skal tú læra at fyrigeva og blíva fyrigivin, tá ið tú ikki hevur staði í einum sambandi, har tað leikar á?
Hvar skal tú finna sjálvsálit og sjálvvirði, tá ið tú ikki livir í jaligum vinaløgum?
Hesum seinastu spurningunum kunnu nøkur okkara kanska kvikliga svara: “jamen, fyrigeving, sjálvsálit og sjálvvirði, tað skulu vit fáa frá Gudi.” Men so kundi eg varliga spurt spurningin: hevur barnið hjá tær sosialu førleikarnar at vera í sambandi við Gud, ella verður hann frávístur á sama hátt sum øll onnur, sum royna at koma nærri?
Ársins besti lærumøguleiki
Summarlegurnar eru ein frálíkur møguleiki at koma út úr einseminum og venja nakrar av sosialu førleikunum, sum tey ikki fingu aftanfyri afturlatnu kamarshurðina. Her eru snildfonir ikki vælkomnar, tí at samveran við bæði Gud og menniskju hevur hægstu raðfesting.
Kristnar summarlegur geva børnunum møguleika at menna týdningarmiklar sosialar førleikar í einum stuðlandi og tryggum umhvørvi. Við felags virksemi sum ítrótt, spæli og bólkaarbeiði, læra tey at samskifta, samstarva og loysa tvídráttir. Og tey ungu læra, sum leiðarar á barnalegum, at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og øðrum. Men týdningarmest av øllum læra tey øll at finna sjálvvirði í nøkrum, sum ikki er bundið at teimum sjálvum. Óansæð hvussu nógvar feilir tey gera, óansæð hvussu tey síggja út ella hvussu væl tey duga at sparka fótbólt, hava tey óendaliga stóran týdning. Teirra virði er bara bundið at um tey eru fødd sum menniskju, skapt av Gudi til samfelag við hann.
So latið meg, longu nú, takka øllum tykkum, sum aftur í ár leggja orku í á legunum. Tit fara at fáa nógvar góðar upplivingar. Men tit fáa eisini møguleikan at vegleiða børnunum ígjøgnum nakrar týdningarmiklar lærutilgongdir, sum fara at mynda tey restina av lívinum. Tað fara uttan iva eisini at vera støður, sum tit høvdu viljað sloppið undan. Men hvørja ferð tit hjálpa børnunum at loysa eina tvístøðu, læra tit tey nakað, sum tey ikki hava umstøður at læra nógva aðrastaðni. Tær upplivingar, ringar og góðar, fara at virka við at styrkja evnini hjá børnunum at vera í sambondum, bæði við Gud og menniskju.
Eg ynski Guds signing yvir børn, ung og vaksin á legunum.
Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað / Rósalind Olsen umsetti