Ukraini vitjar í Føroyum

Leygardagin tann. 11. februar kl. 11 skipar Samkoman Immanuel fyri einum fundi, har Sergey Lysak kemur at greiða frá arbeiðinum, ið hann og onnur gera í Ukraina.
Síðani innrásina hevur hann við øðrum staðið fyri at veita nýggj hús til fólk, ið hava mist hús og heim vegna kríggið. Innan ársskiftið varð hús nr. 150 latið.
Sergey kemur aftur til Føroya í februar at greiða frá sínum arbeiði; í hesum sambandi bjóðar Immanuel til ein drekkamunn saman við honum, soleiðis at tit kunnu fáa meiri at vita um verkið, og hvussu til ber at luttaka í hesum arbeiði.

LES EISINI  Bønarløta í Missiónshúsinum í Leirvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina