Ukrainsk kvinna tørvaði forbøn. Russi meldaði seg

 
Hvussu tveir kristnir vinir, skild sundur av landamørkum men sameind í teirra ovurhugi at boða glaða boðskapin, fekk tárini at renna á einum bønamøti, meðan kríggið herjaði

Fylgjandi samrøða er ein endursøgn frá einum altjóða bønamøti um kreppustøðuna, Ukraina-Russland, ið varð hildin í Lausanne í Evropa síðsta hósdag 24.februar 2022

Angela Tkachenko:

Mamma mín kom inn í mítt kamar mitt um náttina og rópti, ”Kríggið er byrjað!”

Eg búgvi í Sumy, ein ukrainskur býur við umleið 250.000 íbúgvum, ið liggur nær russiska markið. Fyri eini viku síðan helt maður mín fast við, at eg og børn okkara og mamma mín skuldu rýma. Tí hildu vit avstað til USA, meðan hann varð verandi eftir.

Eg fór so smátt í panikk hósdagin. Hvat hendi júst nú í Sumy? Hvar var maður mín? Var hann tryggur? Tá eg loksins fekk samband við hann, greiddi hann mær frá, at hann var vaknaður til hvøllar bumbubrestir um náttina. Hann gjørdist ótolin, ørkymlaður og vreiður av tí stóra ferðslu-hurlivasanum, tá hann royndi at koyra út av býnum. Eg hugdi at myndum á míni fartelefon og sá har langar bíðirøir við bensinstøðir, og hópin av sovandi fólki við metrostøðir og las tá boðini frá ukrainsku stjórnini, ið forbjóðaði monnum millum 18 og 60 ár at rýma úr landinum.


Fari eg nakrantíð at síggja mann mín aftur? Nær? Mína 93-ára gamla ommu …. mítt lið… mínar vinir… hús okkara…?


Eg stríddist fyri yvirhøvur at koma gjøgnum dagin. Seinnapartin tók eg lut í einum altjóða online bønamøti skipað av Lausanne-rørsluni í samband við innrásina. Tá verturin spurdi, hvussu eg hevði tað, græt eg. Eg var ill. Eg kendi meg svikna, knústa og niðurtraðkaða av Russlandi. Eg helt á og segði fyri opnari mikrofon, at eg stúrdi fyri lívinum hjá manni og vinum mínum í Kiev.

Tá spurdi verturin, um onkur kundi biða fyri mær. Vinur mín, Alexey meldaði seg sjálvbodnan. Mín RUSSISKI vinur, Alexey!

Alexey S:

Eg vaknaði hósmorgun skelkaður av at hoyra, at land mítt hevði lopið á Ukraina. Eg var sjálvur staddur í Moskva í arbeiðsørindum, meira enn 2.000 míl frá familju míni í Novosibirsk, Sibiria. Hetta var ein kaldan morgun, og eg las tíðindini í kvirru, meðan eg stríddist við at fáa morgunmatin niður. Skomm um, at land mítt hevði byrjað eitt kríggj móti einum øðrum landi – einum landi, eg hevði vitjað mangar ferðir – byrjaði at koma oman á meg. Eg stúrdi fyri heimsins framtíð og syrgdi yvir ukrainsku brøðrum og systrum mínum, ið fóru at lata lív vegna hesa vanlukkuligu avgerð.

Eg eri borin í heim og vaks upp í Sibiria í gamla Sovjetsamveldinum. Eftir at USSR fall frá hvør øðrum og kollapsaði, gjørdist eg kristin sum 23 ára gamal aftaná at hava hoyrt gleðiboðskapin bornan fram á afturvenjingarstøðini hjá mammu. Fyri meg var tað at finna trúnna upp á Kristus meira enn at góðtaka, at eg var eitt Guds barn – tað var eisini at síggja, at eg hevði brøður og systrar kring allan knøttin. Ein av hesum var ukrainska vinkona mín, Angela.

Eg møtti Angelu fyri sjey árum síðani á Lausanne-ráðstevnuni í Jakarta. Eg varð bilsin at síggja hennara frímóð, tá hon greiddi frá gleðiboðskapinum. Eitt av hennara átøkum snúði seg um at savna saman fólk til at vitja náttklubbar í ymsum ukrainskum býum fyri har at koma í prát við fólk, ið aldri kundu funnið uppá at sett føtur sínar í eina kirkju! Eftir hetta gjørdust vit vinir og hava stuðlað hvør øðrum í hvør síni tænastu. Í 2018 kom Angela við einum liði til Moskva undir HM fyri at luta gleðiboðskapin á gøtunum í Moskva. Hesi minni komu aftur og aftur fram í mær, alt meðan eg sá tíðindini.

Sama dagin kom eg upp í bønakall Lausannes og gjørdist sera takksamur at síggja, at Angela eisini var ein partur av hesum. Tað var hjartanítandi at hoyra, hvat hon og aðrir ukrainar í bólkinum fóru ígjøgnum. Tað kendist ræðuligt at hoyra, at mítt egna land skuldi valda henni slíka persónliga sorg og neyð. Tá verturin so spurdi, hvør sjálvboðin vildi biðja fyri henni, játtaði eg og byrjaði at tosa við Gud, alt meðan eg græt.

 
Angela:

Eg havi altíð elskað mínar russisku vinir, hóast tað ikki vóru ”russar” ella ”ukrainar”, tá eg vaks upp. Vit vóru øll ein tjóð, rópt Sovjetsamveldið. Sum barn hoppaði eg ofta upp í eitt tok um 17-tíðina í Sumy, og kom so til Moskva um 11-tíðina næsta morgun, har míni systkinabørn og næsta familja enn býr. Við tíðini broyttist viðurskiftini. Í 2014, eftir at Russland legði Krim hálvoynna inn undir seg, sá eg skjótt, at russar sóu viðurskiftini heilt øðrvísi enn eg. Tey fæstu skiltu, hvaðani eg stavaði. Av og á happaðu tey meg.

Kelda: Christianity Today.
Samrøða: Alexey S. and Angela Tkachenko

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina