Um vikuskiftið verður missiónsvika í Hósvík

Í døgunum 6.-8. mars verður missiónsvika í bygdarhúsinum í Hósvík.

Skráin er henda:

Fríggjadagur 6. mars:
Kl. 20 Møti við Alfredi Olsen
Marita, Hallgerð og Jóhanna syngja
Innsavnan

Leygardagur 7. mars:
Kl. 20 Møti við Ólavi Jacobsen, trúboðara
Ekklesia syngur
Innsavnan

Sunnudagur 8. mars:
Kl. 11 Gudstænasta við altargangi við Jákupi E. Petersen
Kl. 18 Møti við Jonhard Jógvanssyni. Effata syngur

Bønarløta er hálvan tíma áðrenn hvørt møti.

Drekkamunnur er eftir møtini fríggja- og leygarkvøld, nátturði sunnukvøldið

Savnað verður inn fríggja- og leygarkvøldið at dekka útreiðslur (høli o.a.).

LES EISINI  Sunnudagsskúli byrjaður aftur í Hósvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina