Ung vitna á Trúboðanum

Í dag fara fleiri vitnisburðar frá ungum, at koma út á Trúboðan. Teir kunnu lesast HER

Hetta er eitt átak eg havi byrjað sum samskipari fyri ungdómsarbeiðið, men tað merkir ikki at tað bara er fyri ung. Eg minnist væl hvussu stóra gleði eg havi havt av at hoyra vitnisburðar frá fólki, ið hava fylt Jesus nógv longur enn eg sjálvur. Tað er altíð sera uppmuntrandi.

So halt teg ikki aftur, kom tú eisini og deil ein vitnisburð við okkum, um tað er video ella tekstur avgerð tú sjálv/ur – alt er vælkomið. Komið vit øll og lyfti Guðs navn upp saman.

Tú er vælkomin at senda til danial@mission.fo ella til trubodin@mission.fo

Og sjálvandi er tú vælkomin at deila vitnisburðirnar, tú lesur, á allar miðlar tú brúkar. Um tað er Facebook ella okkurt heilt annað hevur ikki so stóran týdning. Kom og ver við at vísa øðrum á Guð á netinum.

LES EISINI  Ung vitna: Magni Skoradal
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina