Ung vitna: Magni Skoradal

Magni Skoradal

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Áðrenn eg fari at bera fram mín vitnisburð um Jesus, so fari eg at siga eitt lítið sindur um meg sjálvan. Eg eiti Magni Skoradal, eri 21 ára gamal og búgvi á Toftum. Til dagligt eri eg smoltalari á smoltstøðini á Strond.

Eg eri føddur og uppvaksin í einum kristnum heimi. Tískil havi eg altíð hoyrt um Jesus. Sum barn, var eg altíð leiddur á sunnudagsskúla av foreldrum mínum, og tá ið eg bleiv eitt sindur eldri, fór eg bæði í kirkju og á ungdómsmøti. Hóast eg altíð havi trúð á Jesus, so kom eg til eina støðu í lívinum, har mín barnatrúgv mátti standa sína roynd. Í sunnudagsskúlanum lærdi eg, at tá ið hetta lívið er av, so byrjar ævinleikin. Eisini lærdi eg, at einaferð skal Jesus koma aftur, og tá skal hann døma tey, sum ikki trúgva á navn hansara. Tað kom mangan fyri, at eg hugsaði um lívsins stóru spurningar. Í øllum hesum var eg ofta bangin, men tað var júst í hesum truplu støðunum, at Jesus bleiv mítt eitt og alt!

Í Rómverjabrævinum 3:23 stendur: “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður…”.

Ikki eitt menniskja, sum hevur livað á jørðini, er lítarleyst – øll hava syndað! Um vit skuldu staðið einsamøll frammanfyri Guði í dóminum, so vórðu vit øll dømd til æviga glatan í helviti. Men Gud er so kærleiksfullur, at hann lat son sín, Jesus Kristus, doyggja fyri okkum (Jóhs. 3:16).

Í fyrra Pætursbrævi 2:24 stendur: “Hann bar sjálvur syndir okkara á likami sínum upp á træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva fyri rættvísini. Við sár hansara eru tit grøddir”.

Jú meira eg lesi í Guðs orði, tess størri blívur hesin boðskapurin fyri mær. Og serliga tá ið eg lesi um dómin, gerst gleðiboðskapurin enn størri fyri meg! Ofta hava vit menniskju lyndi til at gloyma, hví vit veruliga kunnu blíva frelst. Tí mugu vit ongantíð gloyma krossin á Golgata, har Jesus keypti okkum frá ævigari glatan.

LES EISINI  Mín vitnisburður
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina