Ung vitna: Magnus Hammer í Hjøllum

Magnus Hammer í Hjøllum

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Tá eg var spurdur um eg hevði hug at deila ein vitnisburð, so visti eg beinanvegin, hvat eg skuldi siga. Áðrenn eg fari í holt við at fortelja vitnisburðin, so fari eg at greiða frá um meg. Eg eri uppvaksin í eini kristnari familju og eg havi altíð gingið í sunnudagsskúla, junior og so ungdómsmøti. Eg havi altíð havt eitt tætt band við Guð, eg havi altíð vitað at hann er til og ongantíð havt tað ringt við at koma til hann um okkurt er galið.

Men so bleiv eg tannáringur, og so komu allir hesir tankarnir, eri eg frelstur? Hvussu veit eg at eg eri frelstur? O.s.fr. Eg dugdi ikki heilt at svara hesum spurningunum hjá mær sjálvum, svarið varð altíð okkurt líknandi ”tá tú verður konfirmeraður so kemur tað”, ”tá tú hevur lisið alla Bíbliuna so kemur tað”, og tað hendi ikki eg fekk ikki hendan friðin í kroppin.

LES EISINI  Ung vitna: Áki Johannesen

Men so aftaná eina fantastiska viku í Týsklandi á Teenstreet (2019), byrjaði eg at hungra enn meir eftir hesum friðinum. Eg bað nógv, og so eina náttina hevði eg ein dreym. Støðan í dreyminum var tann, at vit høvdu fingið at vita at Jesus kemur aftur skjótt, og tí skuldu vit skunda okkum at fáa so nógv sum gjørligt at venda um til hansara. Og hetta gjørdu vit so (eg og nøkur onnur).

Vit tosaðu við nógv fólk og í fleiri dagar. Men so ein dagin, har vit sótu og tosaðu saman, byrjaðu vit at práta um hvussu nógv vit gleddu okkum til, at Jesus kemur aftur. Um hvussu gott tað verður, og eg byrjaði beinanvegin at verða eitt sindur friðarligur. Tá sigur tann eini við meg “also Magnus? Tú kemur við ha?” og so føldi eg aftur hetta ótrygga, men eg svaraði ”ja” og í tí at eg segði “ja” so føldi eg alla óvissuna fara vekk, og eg var 100% sikkur í at eg eisini var frelstur. Tá eg vaknaði morgunin eftir, føldi eg hvussu tryggur eg var, og enn eri, í at eg eri frelstur.

LES EISINI  Ung vitna: - Jesus hevur gjørt nógv í mínum lívi

Síðan havi eg sjálvandi havt upp og niður túrar. Eg haldi tað kann vera torført til tíðir at lata Bíbliuna upp fyri at lesa, og eg føli væl mun á teimum døgunum eg lesi, og teimum har eg ikki geri. Men tað er eitt eg eri heilt tryggur í, og tað er at Guð sendi sín son at doyggja fyri meg, so at eg ein dag kann koma til hansara.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina