Ungdómsgudstænasta á Neshamri

Í farnu viku lýsti Nes prestagjald við ungdómsgudstænastu í Fríðrikskirkjuni leygarkvøldið 3. juni, í samráð við ungdómsarbeiðið í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Tá dagurin nærkaðist og veðurmennirnir lovaðu gott veður, varð gudstænastan flutt út á Neshamar, ið er lítla bryggjan norðanfyri gamla prestagarðin á Nesi.

Tað var turt, gott veður við loti av vestri, tá nógvu ungdómarnir, saman við nøkrum eldri, hittust í bátadráttinum á Neshamri, har gudstænastan byrjaði kl.20.

Ovi Brim leiddi, meðan Gerhard J. Mikkelsen prestur prædikaði og spældi undir til sálmarnar. Altargongd var eisini og hugaligt var at síggja tey ungu eta og drekka Jesu likam og blóð. Aftaná signingina, sálm og bøn ringdi klokkan í Nes kirkju út, eins og hon ringdi løtuna inn ein tíma frammanundan. Til seinast var bjóða til pitsa, drekka og køku uppi í túninum í gamla prestagarði. Har slapp køliga vestanlotið ikki líka væl framat, sum niðri á Neshamri, og tað gleddi luttakararnar. Allir vóru ikki í heitum klæðum, so tað var gott at fáa lívd. Bæði ung og eldri vóru glað fyri løtuna.

Aftaná drekka var opið hús í Tabor, har ungdómurin savnaðist. Umleið klokkan 23 fóru tey ungu inn á Svangaskarð, har skipað var fyri dysti millum luttakararnar, sum vóru 16 móti 16. meðan nøkur sótu uttanfyri og hugdu eftir dystinum.

Kvøldið var gott, ørvísið og samansjóvandi fyri teir 60 – 70 luttakararnar. Nakrir ungdómar úr grannabygdunum vóru eisini við. Gudi og menniskjum verður takka fyri kvøldið.