Ungdómslegan fyri 8.-10. flokk: “Eitt hjarta reint”

Í døgunum 4. – 8. august verður ungdómslegan fyri 8. – 10 flokk í Leguhúsinum í Nesvík. Hesaferð er heitið á leguni “Eitt hjarta reint”.

Høvuðstalari á leguni verður eingin minni enn aðalskrivarin Andrias Magnussen, og hann skal tala um kjarnuspurningar í kristnu trúnni. Harumframt verða fleiri spennandi áhugatímar, og ikki minst eitt pallborð, har høvi verður at spyrja spurningar frá hjartanum.

Annars verður alt møguligt spennandi á skránni, sum hoyrir til eina ordans ungdómslegu, so sum Neskafé, veitslukvøld, nógvur og góður matur, avslapping, festlig spøl og massar av hugna.

Legan er fyri árgangirnar 2002-2004. Hon kostar 750 krónur fyri hvønn, tó so at systkin fáa avsláttur (hevur ein eitt systkin, sum fer á ungdóms- ella Simbalegu, kostar ungdómslegan 710 krónur; hevur ein tvey ella fleiri systkin, sum fara á ungdóms- ella Simbalegu, kostar ungdómslegan 670 krónur). Ein teknar seg her. Hevur tú tørv á hjálp við tilmelding ella frámelding, set teg í samband við okkum á (+298) 470 000 ella info@mission.fo.

LES EISINI  Hvussu skal høllin eita?

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina