Ungdómslegurnar fluttar
Vit eru skapt til at hava felagsskap hvør við annan, og tí hava vit eisini gott av at møtast í størri bólkum. Men tað hevur tíverri verið ein avbjóðing seinastu tíðina.
Fyrst varð Oktoberlegan hjá teimum ungu útsett og síðani vórðu Stórmøtini flutt.
Stórmøtini eru flutt til vikuskiftið 7. – 9. januar. Júst tað vikuskiftið plagar Nýggjárslegan at liggja.
Nýggjárslegan er tí flutt eina viku fram. Hetta merkir at legan tí kemur at liggja í døgunum kring ársskiftið.
Oktoberlegan verður væntandi flutt til 10. – 12.des.
Meira kunning um øll tiltøkini kemur seinni.