Ungdómsleiðarar fingu íblástur

Leygardagin vóru umleið 60 ung til “INSPIRE” i Nesvík. 
INSPIRE er ein íblástrardagur fyri ungdómsleiðarar. Í ár vóru tvey punkt á skránni. 

– INSPIRE er ein dagur, har vit heinta og geva íblástur til hvønn annan í ungdómsarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini – HMU. Eg helt, at dagurin gekk sera væl. Soleiðis sigur Jákup E. Petersen, sum er formaður í LandsUngdómsNevndini (LUN), sum samskipar arbeiðið hjá HMU. Hetta var spennandi, tí tað var fyrstu ferð, vit royndu hetta. Tað er altíð stuttligt at royna okkurt fyrstu ferð, og eru vit sera takksom fyri luttøkuna úr mestsum øllum landinum og vóna, at vit kunnu møtast uppaftur fleiri næsta ár til INSPIRE 2022, har vit seta onnur evni á breddan. 

Hesuferð valdu vit at bjóða luttakarum til dagin, og ikki sum eitt vanligt alment tiltak. Hetta var ikki orsakað av Covid, men vegna ynskið um, at tað eru ungdómsnevndirnar í teimum ymsu støðunum, sum eiga dagin, tí íblásturin verður bara so breiður og góður, sum fólkini eru umboðað á degnum. Ungdómsnevndirnar runt landið fingu møguleikan at bjóða øðrum fólkum við, sum tey meta brenna fyri at síggja ung vaksa sum Jesu lærusveinar.  

LES EISINI  Ungdómsleiðarar kring landið samlaðust í Nesvík

Carsten Fondal Mikkelsen byrjaði dagin við einum fyrilestri um netmissión. Í fyrilestrinum greiddi hann m.a. frá, at ein vaksandi bólkur av fólki sigur seg vera kristnan, men tey hava ikki nakað veruligt tilknýti til nakran kristnan felagsskap. 

Sjóneykan varð eisini sett á, hvussu samfelagið verður gjørt alsamt meira og meira verðsligt í eini tíð, har nógv fáa teirra vitan og upplýsing frá internetinum, har tey brúka eini 8-10 tímar hvønn dag. Andaliga áfyllingin er hinvegin avmarkað til eitt møti ella eina gudstænastu um vikuna. Tá ið vit liva sum aktiv kristin á internetinum, kunnu vit vera felagsskapur fyri tey kristnu, sum hava vent kirkjuni og missiónshúsinum baki. Har kunnu vit vera við til at sáa gott andaligt innihald inn í allar tímarnar, sum tey brúka á netinum, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen. Hann slær fast, at tað er umráðandi at ein stórur partur av innihaldinum á netinum eisini rúmar Heilaga Andanum, og tí, sum hann hevur at siga okkum um Kristus. 
Heimamissiónin hevur sín egna netmiðil – Trúboðin. Carsten vísti eisini á nógvu møguleikarnar á Trúboðanum. Tey ungu sluppu at síggja studio, og útgerðina, sum Trúboðin við góðum stuðli og gávum hevur ognað sær. 

LES EISINI  Myndir frá nýggjársleguni 2019

Kærleiksgerðir 

Aftaná døgurða fekk Marjan Kass Nielsen orðið. Hon var boðin við til at hava ein fyrilestur um týdningin av kærleiksgerðum. Hon segði, at tað er umráðandi, at vit bæði lata Gud vísa sín kærleika til okkum og ígjøgnum okkum. M.a. endurgav hon biskupin í Kenya, Oscar Muriu, sum hevur sagt: Legg merki til ungar leiðarar, bið fyri teimum, legg teir fimm kærleikarnar í tey, at elska Harran av øllum hjarta, sál, huga og mátti og at elska næstan sín sum sjálvan seg. 

Marjan greiddi eisini frá, hvussu hon sum ung varð gripin av útimissión. Hon fór kortini ongantíð út í missión, tí Gud leiddi hana aðrar vegir. 

Eftir báðar fyrilestrarnar var tíð sett av til bólkaarbeið, har alt, sum tosað varð um í bólkunum varð niðurskrivað í online fílu, so at Landsungdómsnevndin (LUN) kundi lesa við ímeðan skrivað varð. Serliga ætlanin við hesum var, at LUN eftirfylgjandi savnar øll bólkaprátini saman og gevur tað til øll, ið luttóku á skeiðnum. 

LES EISINI  Tað gjørdist ein gevandi túrur 

– HMU er ein stór rørsla og eitt andaligt samfelag av fleiri missións- og meinigheitshúsum runt Føroyar. Ein rættiliga spjadd rúgva av ungdómi í tí vikuliga virkseminum. Tí upplivdist tað í ár sera gevandi at vera saman úr mestsum øllum landinum. Nøkur støð og oyggjar í Føroyum hava onki regluligt ungdómsarbeiði, meðan aðrastaðni er slett onki ungdómsvirksemi í HMU høpi. Hetta ynskja vit at gera nakað við. Hendan sorgin og vónin varð eisini orðað á degnum. INSPIRE er komið ístaðin fyri tað gamla Ungdómsleiðaraskeiðið, sum hevur verið eitt sera gott skeið í langa tíð, men viðhvørt skal okkurt nýtt roynast og enn ein tøkk skal ljóða frá LUN til øll, ið tóku so væl ímóti hugskotinum og gjørdu dagin so væl signaðan, endar Jákup E. Petersen samrøðuna við. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina