Ungdómsleiðarar kring landið samlaðust í Nesvík
Seinasta vikuskifti var eitt spennandi ungdómsleiðaraskeið hildið, har 33 leiðarar úr øllum landinum vóru til staðar. Skeiðið byrjaði við einum lekkrum morgunmati, sum Elsibeth og Arnfinn Johannessen fyrireikaðu. Hetta setti eina góða byrjan á dagin.
Eftir morgunmatarborðið var bønarløta, andakt og lovsangur, áðrenn fyrilestrarnir byrjaðu. Fyrsti fyrilesturin var hjá Bergur Debes Joensen, ið tosaði um evnið “Hvat er ein leiðari?” Eftir hetta var ein steðgur við døgurða, sum gav høvi at práta um evnið.
Síðani hevði Sverri Steinhólm fyrilestur um “Heilaga Andans leiðslu”. Eftir ein lítlan steðg, tók Jákup Brúsá við at tosa um týdningin í at leiða við einum felags grundarlagi.
Skeiðið var væl eydnað, og ungdómsleiðararnir fóru heimaftur við góðari áfylling til sítt týdningarmikla arbeiði.