Ungdómsmøtir á stórmøtunum
Til stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er ein rúgva av spennandi tiltøkum til allar aldursbólkar. Hvørt ár skipar LUN (landsungdómsnevndin) fyri tveimum ungdómsmøtum í samband við stórmøtini og soleiðis verður eisini í ár.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 21.30 er ungdómsmøti á skránni. Ein løta til øll tey ungu og tey, sum eru ung í sinninum.
Høvuðsyvirskriftin á stórmøtunum í ár er “Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?” Til ungdómsmøtið fríggjakvøldið kemur Ovi Brim prestur at tala um evnið “Dirvi í mótgongd – standið føst í trúnni”. Dávur á Reynatrøð fer at framføra nakrar sangir fyri okkum og so verður eisini lovsangsløta. Leygarkvøldið er tað Mariann D. Poulsen, ið talar um evnið “At liva við einum endamáli” og Hans F. Christiansen við bólki framførir.
Undir møtunum verður innsavnan til HMU. HMU er stytting fyri Heimamissións Ungdóm og umboðar øll tey ungu í rørsluni og tey tiltøk, sum LUN skipar fyri.
Bæði kvøldini ber til at keypa fisk og chips frá Sjógæti.
Fyri hálvum ári síðani fingu tey ungu í Heimamissiónini møguleikan at keypa hettutroyggjur við HMU merki og einum bíbliuørindi á rygginum. Hettutroyggjurnar vórðu sera væl móttiknar. Á stórmøtunum í ár verður aftur møguleiki at keypa HMU hettutroyggjur og taskur. Við hesum stuðlar tú eisini ungdómsarbeiðnum í Heimamissiónini.
Fylg við á Trúboðanum, Facebook, Instagram kanska enntá Tiktok hjá Heimamissiónsungdómi hesa vikuna, har verður nógv spennandi og stuttligt tilfar at síggja.