Ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum

Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus. Sum nakað serligt kemur ein spennandi gestur úr úr Suðurafrika at tala á páskastevnuni í ár – Wilson Goeda, ið hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður m.a. á ungdómslegum í Nesvík. Møtini verða langa fríggjakvøld 15.4 til mánakvøld 18.4 kl. 20.00.

Hetta er annað árið á rað, at ungdómurin í Meinigheitshúsinum skipar verður fyri stórum ungdómstiltaki um páskirnar. Í fjør var fult hús av ungum, og væntandi verður ikki minni hesuferð, har góður lovsangur og framførslur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina