Upplegg til bíbliubólk: Brævið til Galatamanna (1. partur)

Hetta er fyrsta uppritið av 10 í røðini “Brævið til Galatamanna”. Tit verða leidd ígjøgnum Galatabrævið 1,1-24, har Paulus longu í teimum fyrstu versunum er harður við galatarnar, tí tað er nakað týdningarmikið uppá spæl. Í uppritinum koma tit eisini inn á millum annað gudsroyndir og Paulusar trúverdigheit.

Fyrireiking
Lesið tekstin áðrenn tit hittast.

Byrjan

Tað er nakað grundleggjandi skeivt í meinigheitini í Galatia, og tí skrivar Paulus eitt bræv, har hann ikki leggur fingrarnar ímillum um hvussu støðan hjá teimum er. Vit síggja tað longu í byrjanarheilsanini (Gal 1,1-5), har Paulus ikki skrivar so jaliga, sum hann annars ofta ger. Hann takkar ikki galatarum fyri teirra kærleika ella trúgv, og hann kallar tey heldur ikki fyri “tey heilagu” ella “brøður”, sum hann annars ger í mongum av brøvum sínum. Tað er also nakað álvarsligt á vási í meinigheitini.

Byrjið við at lesa allan 1. kapittul og tosið stutt um hetta: Hvørjir eru høvuðstættirnir í tekstinum, og er nakað, sum undrar ella argar tykkum?

 

Bøn

“Náði veri við tykkum og friður frá Gudi faðir og harra várum, Jesusi Kristi, sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at hann kundi bjarga okkum út úr hesum núverandi vánda heimi, eftir vilja Guds og faðirs várs; honum veri heiðurin um aldur og allar ævir! Amen.” (Gal 1,3-5)
Paulus gevur meinigheitini hesa ‘náðiheilsan’. Hetta eru stór orð, sum Paulus skrivar til meinigheitina, og eisini til okkum í dag. Roynið at seta tykkara nøvn inn ístaðin fyri tey orð, sum eru skrivað við feitum, og lesið tað síðani hart fyri tykkum sjálvum ella hvørjum øðrum. (Tit kunnu kanska skiftast um at lesa versið hart fyri tí persóninum, sum situr høgrumegin tykkum, og siga navnið á persóninum). Les tað seint.

Brúka hesi versini til at tilbiðja Gud saman og takka fyri, hvat hann hevur gjørt. Eisini ber til at tosa saman og biðja fyri tí, sum tá kemur fram.
Enda løtuna við bøn.

 

Høvuðspartur

Tit skulu nú av álvara fara niður í tekstin. Fyrst granska tit tann stóra og seinasta partin í kapitlinum (versini 10-24), sum snýr seg um Paulusar bakgrund sum ápostul, og hví boðskapur hansara er trúverdur. Síðani verða lisin tey fyrstu versini aftaná innleiðningin (versini 6-9), sum snúgva seg um, at galatarnir hava vent sær burtur frá náðini og trúnni.

Bakgrund Paulusar (Gal 1,10-24)

Paulus brúkar heili 15 vers til at skriva um seg sjálvan. Hetta ger hann ikki, fyri at upphevja seg sjálvan, sum ein kanska kundi hildið, tá ein lesur tekstin. Paulus ger tað, tí tað er neyðugt at avsanna nakrar leysasøgur, sum hoyrast um hann. Við at avsanna hesar leysasøgur vísir hann eisini, at tað, hann skrivar og sigur, er trúverdugt.
Tað letur til, at leysasøgur hava gingið um, at Paulus bara ynskir av tekkjast menniskjum (vers 10), og at boðskapur hansara (evangelium) bara er mannaverk og ikki frá Gudi (vers 11). Tað er also sett spurnartekin við Paulusar myndugleika sum ápostul – og tað hevur avgerandi týdning fyri hansara trúverdigheit.

Hvør er munurin at tekkjast menniskjum ella Gudi?
Hví kann spenningurin millum at tekkjast menniskjum ella Gudi  vera ein avbjóðing fyri okkum í dag?
Orðið ápostul er grikskt og merkir ”sendiboð”, men í veruleikanum er tað líka so nógv talan um ein ”talsmann” – ein sum talar í staðin fyri ein annan, sum um hesin talaði sjálvur. Um ein er Jesu ápostul, hevur tað, ein sigur, also líka nógva trúverdigheit, sum var tað Jesus sjálvur, sum segði tað. Tí var tað týdningarmikið fyri tey fyrstu kristnu at vita, hvønn ein kundi meta at vera ápostul. Í Ápostlasøguni 1,21-26 lesa vit, at krav fyri at vera ápostul er, at ein hevur møtt Jesus Kristus. Tað høvdu teir tólv lærusveinarnir, og tað var teir, sum Jesus í fyrsta umfari hevði givið myndugleika sum ápostlar. Seinni møtir eisini Paulus Jesusi – tó á ein heldur óvanligan hátt. Tað kann ein lesa um í 9. kapitli í Ápostlasøguni (her verður hann nevndur Saulus).

Paulus fer nú undir at vísa á, at tað ikki er hald í leysasøgunum. Paulus vil vísa, at hann hvørki áðrenn, undir ella aftaná umvending síni hevur verið bundin at øðrum ápostlum ella øðrum menniskjum. Tað var Gud, sum óheftur av øðrum menniskjum, vísti seg fyri Paulusi á vegnum til Damaskus. Eftir umvending sína, varð hann heldur ikki lærdur av øðrum ápostlum, nei, hann fór beinanvegin í gongd við at prædika og boða. Á hendan hátt vil hann siga, at hann hevur sín boðskap beinleiðis frá Gudi – og ikki frá menniskjum.

Tað er umráðandi fyri Paulus at leggja dent á, at umvending hansara ikki skyldast menniskjum, men Gudi. Tað skrivar hann bæði í vers 12 og 15-16. Hátturin, sum Gud opinberar Jesus fyri Paulusi er eitt sindur merkisverdur, men tað er ikki tað, sum er tað týdningarmesta. Tað var kanska bara neyðugt, fyri at ein so harðhjartaður forfylgjari av teimum kristnu, sum Paulus var, kundi verða umvendur. Tað týdningarmesta er harafturímóti, at Paulus og vit taka ímóti trúnni við, at Gud opinberar son sín Jesus fyri okkum. Paulus visti eina rúgvu um Jesus og kristindómin, men hann hevði ikki sæð Jesus, sum tann, hann er: Guds sonur.

Hvør er munurin at vita eina rúgvu um kristindómin, og at Gud opinberar Jesus fyri tær?
Uppliva tit, at Gud opinberar Jesus fyri tykkum? Um ja, so hvussu?
Paulus heldur fram at skriva um sínar ferðir síðani umvending sína. Tað kann verða trupult at skilja, hvat vit skulu brúka hesa kunningina til. Tað verður nevniliga ikki greitt frá tí nágreiniliga. Endamálið er tó framvegis at siga frá, at hansara tænasta sum ápostul, og hansara upplæring í trúnni er frá Gudi og ikki frá menniskjum. Sjálvt tá Paulus eftir trimum árum sum kristin fer niðan til Jerúsalem, er tað fyri at ”hitta” ápostulin Pætur og ikki fyri at verða upplærdur er vegleiddur, – og hinar ápostlarnar hittir hann als ikki.

Paulus vil veruliga gera greitt, at tað er Gud og ikki menniskju, sum hava sent hann út sum ápostul. Tað er eisini galdandi í dag. Vit eru sum kristin eisini send av Gudi. Hevur tað týdning fyri okkum í dag? Um ja, so hvønn?
Paulus verður sendur sum ápostul á ein eitt sindur øðrvísi hátt enn hinir ápostlarnir. Kann tað hava týdning fyri okkum í dag? Um ja, so hvønn?
Boðskapur Paulusar (Gal 1,6-9)

Tit hava nú sæð, hvussu Paulus hevur víst á, at hann er ein ápostul sendur av Gudi. Tað merkir, at tað, hann skrivar, er trúverdugt og satt. Galatarnir kunnu tí trygt taka tað til sín, sum Paulus skrivaði.

Í versunum 6-9 leggur ápostulin ikki fingrarnar ímillum. Hann sigur beinleiðis, at galatarnir hava vent sær burtur frá evangeliinum (”evangelium” merkir ”góð tíðindi” ella ”gleðiboðskapur”). Tey hava vent sær burtur frá náði-boðskapinum um frelsu við trúgv eina, burtur frá frælsinum, burtur frá, at Jesus hevur tikið alla skuld og revsing teirra, so tað restar einki í, at tey kunnu verða frelst.

Í staðin fyri eru tey farin undir at fylgja einum lógar-boðskapi, har tey skulu gera okkurt fyri at verða frelst. Tey skulu halda Móselógina og harvið eisini verða umskorin. Hesum er tað ikki nógvur gleðiboðskapur í, sigur Paulus.

Royni við tykkara egnu orðum at greiða frá muninum ímillum náðar-boðskapin og lógar-boðskapin.
Hvussu ber tað til, at galatarnir hava latið seg yvirtala av einum følskum evangelii, sum als ikki er eitt evangelium? Hvussu ber tað til, at tey hava býtt náði og trúgv við gerningar og lóg?
Nýtsla
Í dag er eisini vandi fyri, at vit venda okkum burtur frá evangeliinum. Vit kunnu fara at gera okkurt, sum líkist tí, sum galatarnir gjørdu – also at reingja okkurt í tí kristnu trúnni, so tað ikki longur samsvarar við boðskapin í Bíbliuni. Tað er týdningarmikið, at tær bøkur, prædikur, boðanir og annað, sum vit lesa og lurta eftir, eru góðar og sunnar.

 

Hvat, heldur tú, er góð og sunn boðan, og nær hevur tú seinast hoyrt eina boðan, sum var serliga góð og sunn?
Hvussu kanst tú ansa eftir, at tú verður varðveittur í eini sunnari og sannari trúgv?
Tað kann eisini henda, at vit leggja so nógvan dent á ávís evni í kristindóminum, at vit gloyma onnur evni, sum eisini eru týdningarmikil.

Kenna tit hetta aftur? Eru tað nøkur evni, sum hava fingið ov nógv fokus í tykkara felagsskapi? Og hvussu kunnu vit tryggja okkum at fáa ein sunnan og fjølbroyttan andaligan kost?
Vit síggja so ymiskt í evangeliunum og kristindóminum. Tað merkir eisini, at vit lættliga kunnu koma at gerast ”forelskað” í summum pørtum av boðskapinum í Bíbliuni, meðan vit argast av og hava tað trupult við øðrum pørtum. Tí kann tað vera sera gevandi og uppbyggjandi at bjóða háttinum, sum vit síggja evangeliið, av. Tað kann ein til dømis gera við at tosa við onnur menniskju um tað, júst sum tit nú gera í smábólkum. Á hendan hátt kann ein greiða frá sínum gudsroyndum og læra meira um hann.

Er tað okkurt í Bíbliunnar boðskapi, sum tú er ”forelskaður” í? Er tað okkurt, sum argar teg?
Hvussu kanst tú geva tíni áskoðan á evangeliið eina avbjóðing?
Hvønn kanst tú tosa við um gudsroyndir? (foreldur, abba/ommu, systkin, vinir, lærarar, prest, ungdómsráðgeva ella…?)
Finn eitt ávíst, sum tit taka við frá fundinum, sum tú ætlar at fara í holt við. Tosið saman um hetta.

Kelda: smaagrupper.dk / við loyvi frá IMU

Torfinn Jacobsen týddi