Úr trúarinnar heimi 

DAGFØRT 22/01-24: Nú ber til at lurta eftir andaktini 41-80.

”Úr trúarinnar heimi” er ein andaktsbók, skrivað av kenda danska rithøvundanum og biskupinum Kai Jensen. 
Bókin varð fyrstu fer útgivin í 1962, men nú 60 ár seinni hevur Petur Jacob Sigvardsen týtt bókina til føroyskt og givið hana út á egnum forlagi, við tí í hyggju at býta bøkurnar ókeypis út til serliga tann eldra partin av fólkinum, eins og bókin verður løgd á ellisheim og sjúkrahús. 

Sigrun Hammer, deknur í Dómkirkjuni í Havn, er komin væl á leið við at lesa bókina inn, og nú eru tær fyrstu 20 andaktirnar klárar at taka niður. 

Úr trúarinnar heimi, ANDAKT 1

Heimamissiónin hjálpir til við at býta bøkurnar út, so um tú fegin vil hava bókini í pappírsútgávu, ert tú vælkomin at venda tær til ein av trúboðarunum.  
Lurta eisini eftir Glugganum, har Petur Jacob Sigvardsen í fleiri pørtum greiðir frá lívi sínum.




LES EISINI  ”Ein dag í senn” - nýggj andaktsbók hjá Øssuri Berghamar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina