Úr útlandi á mannfólkalegu í Nesvík

-Eg havi hoyrt so nógv gott, áhugavert og stuttligt frá manslegunum, sum hava verið í Nesvík síðstu árini, at nú mátti eg uppliva hana í ár. Eg gleddi meg nógv og upplivilsið hevur verið størri enn væntað. Tað sigur Hans Kristian Justesen, sum býr í Keypmannahavn.

-Eg havi nevnt av og á fyri konuni, at tað kundi verið stuttligt at farið til Føroyar á mannfólkalegu. Tá lýsingin kom á Facebook, segði eg tað aftur, og konan segði beinan vegin, at eg skuldi fara, og so keypti hon ferðaseðlar. Hetta hava verið fantastiskir dagar saman gott 180 monnum, sigur Hans Kristian.

-Eg føli meg uppfyltan bæði andaliga, menniskjaliga og matliga. Bæði undirvísingin, stemningurin, huglagið, maturin, heitu pottarnir,… ja, alt hevur verið frálíkt. Harafturat havi eg hitt nógvar góðar vinir og kenningar, sum eg ikki havi hitt í mong ár. Eisini tað er frálíkt og gevandi og vitnar um, at teir eisini stríða trúarinnar góða og neyðuga stríð, sigur hann.

LES EISINI  Myndir: Methøg luttøka á Manslegun

-Hetta er eitt dýrt vikuskiftið fyri meg, ja, men verða ferðaseðlarnir keyptir í góðari tíð, so eru teir væl bíligari. Kortini vil eg siga, at upplivingin er pengarnar verd, og beint nú havi eg hug at koma aftur á manslegu, sigur hann.

-Eg og familjan hava búð niðri síðani 2006. Vit hava vitjað javnan, men sum oftast um summarið. Tá eru vit mest saman við familju, áðrenn leiðin ber aftur til Danmarkar. Tá hevur Heimamissiónin eingi stór tiltøk, har vit kunnu hitta vinir og kenningar, hóast summarlegur eru, sigur hann.

-Eg var ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini frá 2000 til 2005. Tá var eg við til nógvar legur í Nesvík, men síðani tá, eru bæði nýggju kømruni og høllin komin. Hetta er fyrstu ferð eg upplivið útbygda Leguhúsið, og tað hevur verið ein góð uppliving, sigur Hans Kristian Justesen, sum kom til Føroyar fríggjadagin og fór avstað aftur sunnukvøldi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina