Út við olju – inn við el

Síðstu árini hevur nógv verði tosað og skrivað um grønar orkuloysnir til sethús og størri bygningar. Ymiskt er, hvussu nógv fólk siga seg spara, hvussu stór íløgan í grøna orkuskiftið er og at ymiskir møguleikar eru.
Missiónshúsið Tabor á Toftum er eitt av størru húsunum, sum hevur lagt um frá oljufýring til jarðhita. Tað er nógv virksemi í húsinum, og tí eru tað nærum altíð tjúgu hitastig ella meiri inni.
 
Hóast bara góðir tríggir mánaðir eru farnir síðan jarðhitin varð settur til, og summar er, kann staðfestast, at útreiðslurnar til upphiting eru nógv minkaðar, ja, eru bara umleið ein triðing, í mun til frammanundan.

Í 2023 var miðal kostnaðurin, um mánaðin, fyri at hita Tabor við olju uml. 8000 kr. og 1700 kr í el, tilsamans 9700 krónur.
Síðani jarðhitin varð settur til 3. mai, hevur miðalkostnaðurin fyri el, sum nú bæði umfatar hita og el verið 3400 krónur.
Um hetta verður so framyvir, má sigast, at Tabor kemur at spara nógvar krónur um árið.  Samstundis verður stóra íløgan í jarðhita spard inn aftur eftir fáum árum.
Tí vónar stýrið fyri Tabor, at tey tóku rætta avgerð, tá ið tey valdu jarðhita fram um olju.

LES EISINI  Missiónshúsið Tabor á Toftum 30 ár

Mynd: Tað var frøi á monnum, tá ketilin var koyrdur út á arbeiðsdegnum í Tabor 25 mai.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina