Útbyggingin so smátt byrjað

Útbyggingin av Leguhúsinum er so smátt byrjað, hóast einki sæst til nakra bygging enn. Tí áðrenn sjálvt arbeiðið við at byggja fer í gongd, má grundøkið lagast til. Økið er nevnliliga planerað ov høgt, so planeringin má lækkast, áðrenn nakað annað verður gjørt. Tí sæst ikki nógv eftir enn, men ein maskina er í ferð við at taka omanav.

Eftir ætlan verður fyrsti partur av útbyggingini, tað er ein samkomu- og ítróttarhøll, klár at taka í nýtslu í august mánaði 2017. Øll byggiætlanin tilsamans er mett til at kosta umleið 25 milliónir, og av tí eigur Kirkjuliga Heimamissiónin 9,5 milliónir avsettar til endamálið. Tá ið spakin varð settur í fyri hálvumøðrum ári síðan, fingu fólk møguleika at lata pening oyramerktan til hesa verkætlan, og síðan tá eru góðar 320.000 krónur latnar til útbyggingina. Næstu mánaðirnir eru avgerandi fyri, um øll byggiætlanin verður framd. Tørvur er á umleið 15,4 milliónum, um alt arbeiðið skal gerast beinanvegin.

Tey, ið vilja stuðla, nýtast tó ikki at bíða eftir, at onkur bankar á dyrnar. Fleiri hava longu teknað fasta mánaðargávu. Tað kann ein gera við at fara inn á mission.fo/gev og fylla teigarnar út. Eisini kann ein tekna gávu sjálvur á netbankanum.

Vegna tey mongu børnini, ungu og vaksnu, sum fara at fáa gleði av útbyggingini, takkar Leguhúsið í Nesvík fyri hvørja og eina gávu.

Les meira um útbyggingina