Útgávukonsert á vestanstevnu við Magna Christiansen
Magni Christiansen hevur givið fleiri fløgur út við andligum sangum, og nú er hann aftur klárur við fløguni “Hjá Jesusi fann eg tann friðin”. Í hesum sambandi verður útgávukonsert fríggjakvøldið klokkan 21:00 í missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Eftir konsertina verður ein drekkamunnur at fáa.
Møguligt er at ogna sær signeraða fløgu. Kostnaðurin fyri fløguna er 100 krónur.
Niðanfyri eru brellbitar av nýggju fløguni.