Útimøti við grill í Hvalvík

Vilt tú vera við? Vilt tú vera við?

Sangurin smeltar saman við luktinum av grillini og sveimar runt Hvalvík. Tað er seint seinnapart sunnudag, og uml. 40 fólk eru samlaði uttanfyri Missiónshúsið til útimøti.

Ólavur Jacobsen, trúboðari, hevur saman við Teimum 5 ábyrgdina av útimøtinum í dag. Teir syngja og vitna um sín frelsara: Hann, sum møtti teimum, tá ið teir vóru á skeivari kós. Hann, sum kallaði teir til at liva á himmalvegnum. Meðan pylsur og burgarar fara niðurum, lurta áhoyrararnir eftir Ólavi, sum hevur andaktina, har hann fortelur um syndina, sum dálkar okkum og um frelsaran, sum kann vaska okkum rein.

Síðani fær Sonja Dávadóttir mikrofonina. Hon stendur klár við guittaranum og syngur ein sang. Sonja er í bólkinum, sum skipar fyri útimøtunum.

Ólavur er eisini við í hesum bólki. Hann greiðir frá, at nú eru trý vikuskifti eftir við útimøtum á hesum sinni. Næsta leygardag verða tað Oyndafjørður og Hellurnar, sum fáa vitjan. Kanska onkur í Oyndafirði vil vera við, í tí frelsta skara, sum fríur fer avstað. Kanska onkur á Hellunum hevur brúk fyri at hoyra kallið um at fylgja Kristi eftir í hans ferðalag.

Tí, tað er heilt vist, at Jesus rødd ljóðar og kallar ígjøgnum øll tey mongu, sum virka við til útimøtini. Tá ið tey fortelja um hann, sum bjóðar frelsuna heilt uttan viðurlag, hoyrist tað á teimum, at hetta er nakað, sum tey brenna fyri at fortelja. Tí nú er alt tilreiðar, og nú er frelsan nær. Jesus teg spyr nú: “Vilt tú fylgja mær?”

Ein spurningur, sum tú nú eisini hevur fingið.

LES EISINI  Útimøti Bólkurin á ferð aftur

Jesu rødd her ljóðar, hann kallar enn í dag
frelsuna hann bjóðar heilt uttan viðurlag.
Nú er alt tilreiðar, og nú er frelsan nær,
Jesus teg spyr nú: “Vilt tú fylgja mær?”


Vilt tú vera við? Vilt tú vera við?
í tí frelsta skara, sum fríur fer avstað
fylgir Kristi eftir í hans ferðalag
Jesus teg kallar, vilt tú vera við?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina