Útimøtibólkurin á ferð!

Nú summarið er komið, er útimøtibólkurin farin til verka. Útimøti vera í fleiri støðum kring landið alt summarið.

Nøkur útimøti hava longu verði. Bæði tey vanligu klassisku útimøtini, og eisini bilútimøti, sum vit rópa tey. Grillútimøti er eisini á skrá.

Uppmøtingin hevur verði góð. Onkunstaðni hevur undirtøkan verið betri enn undanfarin ár.

Ynski og bøn okkara er, at fólk koma at kenna Jesus Kristus, og taka ímóti frelsuni, sum hann bjóðar okkum.

Eisini er gleðiligt, um onkur verður endurnýggjaður í Kristusi.


Útimøti sunnudagar

Ætlanin er at hava møtir frá juni til og við august mánaða í ár. Hesi verða oftast hildin sunnudagar. Onkran dag er eitt møti, og onkran tvey ella trý møti sama dag. Tað er ikki ókent fyri okkum.

Vit syngja og vitna um Jesus. Onkuntíð eru solo sangarar við, og eisini eru bólkar, sum taka lut.

Skrá er løgd fyri summarið. Tað kunnu tó koma broytingar í.

LES EISINI  Útimøtini hava aftur í ár merkt summarlívið

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi útimøtini.

Skrá

Skráin sum nú er, er hendan:

25. juni kl. 16:00 Haldórsvík

25. juni kl. 18:00 Tjørnuvík

02. juli kl. 18:00 Leirvík

09. juli kl. 16:00 Miðvágur

09. juli kl. 18:00 Sørvágur

09. juli kl. 20:00 Sandavágur

16. juli kl. 16:30 Hvalvík tað verður grillað

23. juli

30. juli kl. 17:00 Selatrað

06. aug. 

11. aug. kl.  Hósvík

13. aug. kl. 17:00 Skopun

20. aug. kl. 16:00 Kvívík

20. aug. kl. 18:00 Vestmanna

Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.

Sálm. 119,105

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina