– Útimøtini dámar mær sera væl
Nú summarið 2022 er farið at halla, hevur útimøtibólkurin verið á ferð.
Enn eru nøkur útimøtir eftir.
Spurningar hava verið settir til nakrar luttakarar og áhoyrarar, hvat tey halda um hesi møtir, og um tey hava týdning. Tey spurdu svara:
- Eg haldi, útimøtini hava verið sera góð og gevandi og ikki minst – spennandi. Vit hava havt útimøtir sunnudag. Haldi, at tađ riggar nógv betur enn leygardag, tí tá hava flest fólk frí. Endamáliđ er at náa út til okkara fólk viđ boðskapinum um Jesus.
- Øll útimøtini hava verið heilt fantastisk. Eg vildi ikki verið tey fyriuttan. Veðrið hevur verið sera gott sum altíð og góður sangur, og orðið hevur eisini verið sera gott, so tað kann ikki verða betri.
- Ja .. haldi, at møtini, sum eg hava verið við til, hava verið gevandi og góð. Vit hava fingið góða móttøku, har vit hava verið. Onkustaðni havi eg hoyrt fólk siga, at tað er gott, at heimamissiónin eisini kemur út at hava útimøtir.
- Útimøtini í ár hava verið góð, sæð í mun til 2021. Nú møtini eru flutt til sunnudag, so havi eg lagt til merkis, at fólk hava betri stundir at steðga á og lurta. Hugaligt er at koma á hesi ymisku støðini og merkja gleðina og blíðskapin frá fólkinum á staðnum.
- Útimøtini dámar mær sera væl. Tey eru gevandi. Vitnisburðirnir eru stuttir og góðir. Góður sangur. Vit verða væl móttikin allastaðni, har vit koma, og samanhaldið er gott.
- Eg/vit hava lagt til merkis, at orðini í Matt. 28 eisini í dag eru sonn, at Jesus er við okkum allar dagar alt til veraldar enda!
- Møtini hava verið góð. Gud hevur syrgt fyri, at veðrið hevur verið til vildar at hildið útimøtini, sjálvt um veðurforsøgnin hevur sagt tað øvugta. Vitnisburðarnir hava verið góðir og greiðir um, at størsta ynski hjá Jesusi er, at vit koma at kenna hann, tí hann elskar okkum og vil okkum, um vit velja hann. Vit hava verið væl móttikin allastaðni, bæði við mati og innivist. Serliga stuttligt hevur verið at vitja tey smáu plássini, og at summar meinigheitir hava biðið okkum komið aftur í ár, tí at tey vóru so glað, at vit vitjaðu í fjør. Eisini er tað stuttligt, at tað eru fleiri, ið bjóða sær til at ferðast saman við okkum at boða Guds orð við góðum sangi og vitnisburði. Tað er gleðiligt at síggja, at tað eru so nógv, sum síggja hvussu umráðandi tað er, at Guds orð verður boðað uttan fyri samkomuveggirnar, so at vit kunnu røkka teimum, sum ikki eiga Jesus í sínum lívi. Eg eri glaður fyri at hava møguleikan at ferðast við útimøtibólkinum og at Guds orð verður so væl móttikið allastaðni, har vit hava verið.
- Eg má siga, at útimøtini hava stóran týdning. Onkur hevur sagt mær frá, at tá ið útimøtini eru, so verður gluggin latin upp. Eisini kann eg merkja, at hetta fólkið, sum er so trúfast til hesa tænastu, eru kallað. Eg verði sum oftast vaktur um náttina og havi fingið andvekur. So eri eg farin upp at biðja fyri møtinum og so lagstur aftur. Gud hevur verið framman undan okkum, áðrenn vit koma á staðið.