Útsjónd og vakurleiki

Tey flestu av okkum ynskja at vera vøkur. Onki løgið er í tí. Tað, sum vit halda vera vakurt, er nakað, okkum dámar, nakað sum kennist væl – nakað sum er ynskiligt. Og hvør vil ikki vera ynsktur? Men er eitt ávíst slag av útsjónd vakurleiki? Ella er vakurleiki okkurt heilt annað?

Fyrimyndir

Vit eru øll ymisk, innan sum uttan. Gud kopierar ikki, Hann skapar nýtt hvørja einastu ferð. Kortini eru nógv ung misnøgd við sína útsjónd. Tað kann vera orsakað av happing og særandi orðum. Orð hava stórt vald, og argandi orð kunnu gera djúp sár, sum pína eitt menniskja alt lívið. Tí er sera umráðandi at velja síni orð við varsemi!

Telda og sjónvarp eru ein partur av gerandisdegnum hjá teim flestu ungu. Nógv er at hyggja eftir av filmum og serium, og nógvur tónleikur verður givin út sum videoløg. Alskyns bløð fáast til keyps, og á netinum eru milliónatals síður og bloggar um útsjónd, styling og venjing. Í einari sjónvarpssending eru upp til fleiri steðgir til lýsingar, og lýsingar eru á sosialu miðlunum, á handilsvørum og so framvegis. Tað er nærum ógjørligt at stýra uttanum!

Tað, sum er so løgið, er, at vit sum menniskju kunnu hyggja í speglið og vera so ónøgd við veruliga, natúrliga og vælvirkandi kroppin, men ikki látast um vón, tá vit í lýsingum síggja kvinnur við húð uttan porur, við alt ov longum hálsi og ov stórum eygum, og menn við ov skørpum vøddum, høku og kjálkabeinum. Myndirnar eru viðgjørdar og manipuleraðar, men ár út og ár inn sleppa hesar myndirnar at mynda okkara hugsan um, hvat er ynskiligt.

Á sosialu miðlunum spríkja myndir fram hvønn einasta dag. Hóast flestu myndirnar eru tiknar við fartelefonum, eru nógvar av teimum viðgjørdar við filtrum og niðurtiknum ókeypis forritum. Tað er lætt at viðgera eina mynd, so pirrur ikki síggjast so væl og eyguni fáa ein sterkari lit. Men kanska hugsa vit ikki so nógv um, at aftanfyri lýsingarnar, sum vit dagliga síggja, eru myndafólk, sum liva av at viðgera myndir við professionellum forritum. Um tílíkar óveruligar myndir gerast fyrimyndin fyri tí, ið er vakurt, so verður tað veruliga og ektaða av sær sjálvum ikki nóg gott.

Útsjónd

Um vit lurta eftir heiminum, skulu vit síggja út á ein ávísan hátt fyri at vera vøkur. Men fyrimyndirnar broytast alla tíðina, og ymsastaðni í heiminum eru fyrimyndirnar ymiskar. Í royndini eftir at síggja gott út, verða nógvir pengar, tíð og orka brúkt, og tað er ein mylla uttan enda, tí fyrimyndin er óverulig.

At jagstra eina fyrimynd merkir samstundis, at tú má broyta teg sjálva(n). Gud hevur heilt serstakt skapt hvønn einstakan. Hví royna at vera onkur annar, tá hin almáttugi Gud helt tað vera tað vert at skapa teg til at vera tú?

Vit hava skyldu til at fara væl við kroppinum. “Ella vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum er í tykkum, og sum tit hava frá Gudi, og at tit ikki eru tykkara egnu?  Tí at tit eru keyptir dýrt. Ærið tí Gud í likami tykkara!” (1 Kor 6,19-20).

Tí er tað gott at eta sunt, røra seg og annars røkja likamið væl. Hvat er tað ikki fantastiskt; Gud heldur títt likam vera so virðismikið, at tað er tempul Heilaga Andans, tá tú hevur tikið ímóti honum í trúgv.

Ein bók í Bíbliuni, sum kann læra okkum nakað um útsjónd og vakurleika, er Esterarbók í Gamla testamenti. Har hoyra vit um Áhasverus kong. Hann hevði eina konu, sum var so vøkur. Tá so hann helt eina stóra veitslu, vildi hann vísa øllum, hvussu vakra konu hann hevði. Men hon møtti ikki upp, og har var skjótt borið at; drotningin varð koyrd frá, og ein nýggj og betri skuldi finnast ístaðin. Kærleikin stakk ikki djypri enn so!

Ímillum genturnar, sum vórðu tiknar inn, var jødiska gentan Ester. Hon var so vøkur, og Áhasverus kongur valdi sær hana. Men hetta var ikki eitt heilt vanligt hjúnalag. Um hon fór fram fyri mannin hjá sær, uttan at hann hevði biðið hana, kundi hon verða dripin. Og søgan um ta fyrru konuna prógvaði, at útsjónd fór ikki at bjarga henni, um illa vildi til. Men tá jødarnir vóru í vanda fyri at verða dripnir, fór Ester í bøn til Guds og breyt síðan reglurnar, við at fara inn til Áhasverus fyri at bjarga fólki sínum. Men kongurin vísti hana ikki burtur; hann var vorðin góður við hana. Hon var Gudi lýðin, og hann brúkti hana til at bjarga einum heilum fólki frá at vera týnt. Hennara vakra hjarta skein bjartari enn tað ytra.

Um so heimurin setur fram nøkur kroppsideal, so er tað ikki tað, sum vit menniskju veruliga tráða eftir í hvør øðrum.

Vakurleiki

“Men Harrin segði við Sámuel: “Hygg ikki at útsjónd hans og høga vøkstri, tí at eg havi havnað honum; Gud hyggur jú ikki eftir tí, sum maður hyggur eftir; tí at maður hyggur at tí, ið væl stendur í eygunum; men Gud hyggur at hjartanum” (1 Sám 16,7).

Gud hevur skapað teg við ávísum eginleikum, og tú ert í eini ávísari familju í ávísum umhvørvi. Eingin annar í heiminum er samansettur sum tú, og eingin annar kann vera tú fyri teg – tað kanst bara tú!

Tað vakra og elskuliga er ikki tað, sum er uttaná, men tað sum er innaní. Útsjónd ger teg ikki til ein góðan hjúnafelaga, foreldur, vin, systkin, floks- ella arbeiðsfelaga. Tað ytra fer við árunum. Men tú ert vøkur/vakur, soleiðis sum tú ert, tí Gud hevur skapt teg. Í veruleikanum snýr tað seg ikki um útsjónd, men um sjálvsvirði. At vita, at tú ert eitt virðismikið, elskuligt menniskja, og tað hevur Gud, sum er sannorðaður, prógvað ígjøgnum Jesus Kristus. Og tað er vert at taka til sín og liva upp til!

Nei, veruligur vakurleiki kemur innanífrá, og Skaparin, sum skapti títt fantastiska likam, gleðist yvir eitt vakurt hjarta – tað er tað, sum telur. Hóast vit menniskju eina tíð kunnu blindast av tí ytra, so forferst tað og hevur í síðsta enda ongan týdning. Men tann innari vakurleikin skínur nógv bjartari og kann flyta og broyta seg, tí har sleppur Gud framat.

“Prýði tykkara skal ikki vera uttaná, sum tað at flætta hárið ella heingja upp á seg gullskreyt ella at lata seg í skartaklæði, men heldur hjartans dulda menniskja í óforgongiliga prýði hins spakføra og stilla anda, sum er dýrmett í Guds eygum” (1 Pæt 3,3-4).

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 3/2015