Útsøla av føroyskum bókum

Í døgunum 13. mars til 4. apríl skipa Bókhandlarafelagið og Bókamiðsølan fyri bókaútsølu. Bókaútsøla er eitt afturvendandi tiltak, har ymisk føroysk bókaforløg hava møguleika at selja bøkur fyri útsøluprís. Heimamissiónsforlagið hevur í ár valt at vera við.

Heimamissiónaforlagið varð stovnað 1967, og fyrsta bókin, forlagið gav út, var Kraft av nýggjum. Petur Jacob Sigvardsen týddi úr norskum. Heimamissiónsforlagið hevur síðani givið nógvar bøkur út, bæði til børn, ung og vaskin.

Bókaútsølan fer fram í bókahandlunum kring landi umframt í ymiskum sølustøðum, sum eisini vanliga selja føroyskar bøkur. Bøkurnar frá Heimamissiónsforlagnum kunnu eisini keypast á nethandlinum hjá Heimamissiónini: Manna.fo fyri útsøluprís.

Heimamissiónsforlagið hevur valt at vera við á bókaútsøluni við 8 ymiskum útgávum.

Hesar útgávur eru:

Útsøluprísur kr 125,00 – vanligur prísur kr 259,00

Útsøluprísur kr 125,00 – vanligur prísur kr 259,00

LES EISINI  Manna: Opið heilt til leygardagin

Útsøluprísur kr 50,00 – vanligur prísur kr 248,00

Útsøluprísur kr 125,00 – vanligur prísur kr 259,00

Útsøluprísur kr 35,00 – vanligur prísur kr 90,00

Útsøluprísur kr 35,00 – vanligur prísur kr 99,00

Útsøluprísur kr 35,00 – vanligur prísur kr 75,00

Útsøluprísur kr 35,00 – vanligur prísur kr 125,00

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina