Uttandura andakt á Sjúklingahotellinum Tórshavn

Hvørt hóskvøld er andakt á sjúklingahotellinum Tórshavn. Annaðhvørt hóskvøld eru tað fólk úr Kristnastovu, ið hava andaktina og annaðhvørt hóskvøld er tað Borgný B. Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn, ella fólk úr Føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni, sum hava andaktina.

Seinasta hóskvøld vóru tað fólk Eliaskirkjuni, sum høvdu andaktina. Undir vanligum umstøðum eru andaktirnar í hugnaligu hølunum á hotellinum, men seinastu mánaðirnar hevur ikki verið møguligt hjá fólki uttanífrá at koma inn á hotellið. Tí hava andaktirnar seinastu mánaðirnar verið uttandura.

Umstøðurnar uttanfyri hotellið er avbera góðar, og tí hevur riggað sera væl at hava andaktir á terassuni – í frástøðu sjálvandi. Hóskvøldið hevði Borgny, prestur, hugnað um við ljósketum, sum gjørdu løtuna í skýmingni sera hugnaliga.

Umframt eitt orð frá Jónleif Danielsen, so var felgassangur á skránni, har Eilif á Skansa spældi undir. Hóast summarið í Keypmannahavn er av og hitin ikki er tann sami, so vóru nógv fólk komin út á terassuna hesa løtuna.

LES EISINI  Framførsla: Góðska Guds
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina