Væl eydna Kristfest.

Fyri einum góðum ári síðani vóru konan og eg á gospeltúri við Norrønu. Har møttu vit nógvum fólkum, sum vit prátaðu við. Millum hesi prát kom eg at tosa við fleiri umborð, um at tað manglaði ein festivalur til okkara kristnu bólkar, kór og einstaklingar at framføra á.

Hetta bleiv byrjanin til fyrireikingarnar til Kristfest, sum fyri fyrstu ferð bleiv hildin í Nesvík 01.04.2023. Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast HER.

Beint fyri jól 2022 varð avgerð tikin, um at hetta skuldi blíva til veruleika. Eg hevði longu tá tosað við fleiri, sum høvdu játtað at virka við, um vit gjørdu álvara av festivalinum.

So í desembur 2022 kunngjørdu vit, at ein kristiligur tónleikafestivalur skuldi vera, og samstundis útskrivaðu vit eina navnakapping, fyri at geva hesum eitt hóskandi navn. Inn komu trý uppskot, og var ein nevnd sett at viðgerða innkomnu hugskotini. Tá tey høvdu hugsað um hetta og viðgjørt uppskotini bleiv avgjørt, at hugskotið við navninum «Kristfest» skuldi vinna, og har føddist Kristfest.

Síðani bleiv ein fyrireikingarbólkur settur, so at Kristfest kundi gerast veruleiki, og fóru vit tá veruliga í gongd at skipa og selja Kristfest. Hetta var eitt sindur av einum kjansi at taka, tí dagurin vit skuldu hava Kristfest, var leygardagur áðrenn pálmasunnudag, sum helst er størsti fermingardagur í Føroyum. Hóast hetta, gekk tað sera væl at fáa tiltakið skapt og lagt til rættis. Vit vildu gera ein festival, sum bjóðaði góðan og fjølbroyttan tónleik, og skuldi vera frá leygardegi kl 13 til sunnumorgun kl 02.

LES EISINI  Skráin fyri KRISTFEST

Sum byrjanarstøði hugdu vit uppá, hvussu nógv fólk vit kundu rúma í Nesvík og funnu útav, at vit kundu selja 900 atgongumerkir. Hetta er tað høllin er góðkend til uttan setur.

Vit funnu skjótt útav, at vit nokk ikki kláraðu at selja 900 atgongumerkir hesaferð, men vit livdu í vónini, at vit fingu selt so mikið nógv, at Kristfest hvíldi í sær sjálvum. Hetta eydnaðist eisini til endans, og tað eru vit sera takksom fyri.

Vit løgdu so eina skrá, har vit høvdu konsertir, sum vóru 1 tíma í høllini í Nesvík. Millum konsertirnar í høllini var pallskift á 30 minuttir lagt inn, og her høvdu vit so 4 framførslur í matarsalinum á einum minni palli, so at vit fingu nógvan tónleik. Hóast nógvan, góðan tónleik, so ynsktu vit eisini, at áhoyrararnir kundu fáa løtur uttan tónleik, so at tíð var til prát, kaffimunn o.a.

At byrja við var ætlanin, at fólk skuldu ganga uttanfyri húsið fyri at koma millum báðar pallarnar, men hetta funnu vit skjótt útav ikki riggaði so væl, so tað broyttu vit, so fólk kundu ganga gjøgnum leguhúsið inni, og tað var væl betur. Møguligt var eisini at keypa sær okkurt lætt ábit og drekka gjøgnum dagin. Hetta var væl dámt, men ynskiligt hevði verið at havt okkurt meir, og tað fara vit at taka við til komandi Kristfest 2024.

LES EISINI  KRISTFEST – Kristiligur tónleikafestivaldagur

Fyrstir á pall vóru T.O.S, og teir vóru sum altíð væl upplagdir. Tá teir byrjaðu, mundu teir fyrstu 50-60 áhoyrararnir vera komnir til Nesvíkar. Konsertirnar gingu so slag í slag heilt fram til sunnumorgun kl 01, tá Magni Christiansen fór á pallin. Alt var liðugt sum ætlað kl 02 sunnumorgun.

Á skránni vóru flest føroysk nøvn, men eisini høvdu vit 3 útlendsk nøvn.

Fyrst av teimum var Hans Inge Fagervik á palli. Hans Inge er væl kendur um okkara leiðir, og hevur hann verið her fyrr. Hann byrjaði vitjanina við at fara á Nám X í Tórshavn, har hann framførdi fyri næmingum, og var hetta eisini væl dámt. Hann hevði so eisini tvær stovukonsertir. Onnur var hildin í Glyvralon á Glyvrum, og hin í Klaksvík heima hjá Marthu og Tummas Paula Mýri.

Næst av útlendingunum á palli vóru Gospel Sisters úr Danmark, og tær høvdu ongantíð verið í Føroyum fyrr, og vóru tað ikki nógv sum vistu, hvørjar tær vóru. Tær vóru sera væl upplagdar og fingu tær veruliga áhoyrararnar við. Hetta var ein sera góð framførsla.

LES EISINI  Trúppodurin Special við Lisa Børud

Seinast av útlendingunum var Ulf Christiansson og sonurin Philip. Ulf er sera kendur um okkara leiðir fyri sín leiklut sum forsangari í rokkbólkinum «Jerusalem». Hesin bólkur hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður. Teir høvdu eina sera góða og inniliga framførslu, og var hetta fyrstu ferð at Ulf framførdi aftaná eina stóra skurviðgerð fyri kreft. Hetta tosaði hann eisini nakað um á pallinum.

Sum heild eru vit sum fyrireikarar av Kristfest sera væl nøgd við dagin, og eru vit spent uppá at fyrireika Kristfest 2024, sum verður í Nesvík 13.04.2024. Tað ber longu at keypa atgongumerki HER.

Men longu 20. apríl ber aftur til at hoyra góðan tónleik. Tá kemur Lynda Randle til Føroya. Hon hevur eina konsert í Kelduni kl.19:30. Atgongumerki kunnu keypast HER

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina