Væl eydnað 100 ára hald í Thabor

Tað var sannur hátíðardámur í Fuglafirði sunnudagin 13. oktobur, tá ið Missiónshúsið Thabor hátíðarhelt, at tað í ár eru 100 ár síðani missiónshúsið varð vígt og tikið í nýtslu.

Dagurin byrjaði við, at barnakórið í Thabor sang til familjugudstænastuna í kirkjuni kl. 12.00.

Hátíðarhaldið í Thabor byrjaði kl. 15.00 har Kristian Martin Petersen, formaður fyri missiónshúsið, bjóðaði vælkomin, bað eina bøn og greiddi frá skránni fyri dagin og kvøldið. Okkurt um 140 fólk høvdu leitað sær í Thabor henda seinnapart.

Eftir vælkomuna sang Hannis Hansen ein sang, og so fekk Frants Jensen orðið. Eftir áheitan frá stýrinum hevur Frants skrivað ein sera áhugaverdan bókling á 64 síður við nógvum myndum um søguna, frá tí at missiónsarbeiðið so smátt tók seg upp í Fuglafirði longu í 1911, og tá ið missiónshúsið varð bygt og tikið í nýtslu í 1924 og fram til í dag. Bóklingurin er borin í hvørt hús í Fuglafirði og er eisini til taks í missiónshúsinum.

LES EISINI  Missiónsarbeiðið í Rituvík 100 ár á baki

Eftir framløguna sang ein sangbólkur 2 sangir. Sangararnir eru Judith Reinert Petersen, Katrin K. Petersen og Karina Petersen meðan spælararnir vóru Gerhard Mikkelsen og John Eliassen. Síðani var høvið at bera fram heilsanir. Fyrstur var Hjalmar Hansen sum umboð fyri høvuðsstýrið hjá Heimamissióni og handaði hann missiónshúsinum ein vakran málning, sum Jón Magnus Joensen hevur málað. Kristian Martin tók ímóti málninginum við tøkk. Aðalskrivarin hjá Heimamissiónini, Jákup Brúsá, bar eisini fram eina heilsan.

Onnur ið bóru fram heilsanir vóru: Eilin Andreasen fyri Leirvíkar Missiónshús, Oddmar við Korkusá fyri Bethania í Gøtu, Torleif Johannesen fyri Sjómansmissiónina, Jógvan Sámalson Jacobsen fyri Siloa í Fuglafirði, Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri í Fuglafirði og Gerhard Mikkelsen, sóknarprestur fyri kirkjusóknina.

Eisini sungu vit ein væl yrktan sang, ið Sólbjørg Símunarson, hevði yrkt til høvið.

Manskórið í Thabor undir leiðslu av Poul Jacob Lundsbjerg sang tveir sangir. Eisini sungu vit ein væl yrktan sang, ið Sólbjørg Símunarson hevði yrkt til høvið. Millum annað um tíðina, tá ið hon var barn og vaks upp í Fuglafirði og kom nógv í Thabor. Pápi Sólbjørg, Johannes Mortensen, var trúboðari í Fuglafirði frá 1960 til 1971.

LES EISINI  Siloa og Thabor 100 ár í ár

Kristian Martin endaði fyrra partin av hátíðarhaldinum við bøn og tøkk. Øll vóru boðin til ein góðan drekkamunn við lagkøku.

Kl. 18.00 byrjaði seinni partur við einum sangmøti. Umframt fleiri felagssangir, sang bólkurin Cantus Deo tveir sangir. So fekk Bjarne Gertz Olsen, orðið. Bjarne var trúboðari í Fuglafirði frá 1981 til 1984. Hann takkaði fyri innbjóðingina og greiddi frá tíðini í Fuglafirði, tá ið hann og konan Gunhild fluttu til Føroyar við einum barni. Hetta var ein sera góð tíð, sum tey mintust við gleði og takksemi. Eisini hevði Bjarne eina andakt.

Sóknarpresturin Gerhard Mikkelsen endaði kvøldið, takkaði fyri gott samstarv við kirkjuna, bað eina bøn og lýsti signingina.

Kristian Martin takkaði øllum hjartaliga fyri hjálp og dyggan stuðul og eitt gott og gevandi hátíðarhald. So vóru øll boðin til ein góðan nátturða við vælsmakkandi smyrjibreyði og øðrum góðum.

Vit á Trúboðanum takka fyri ein góðan dag í Thabor og ynskja tykkum øllum Guds ríku signing.

LES EISINI  Missiónsvika í Thabor

Trýst á myndirnar og tær gerast størri.

Koyr ljóðið frá og hoyr sangin
Koyr ljóðið frá og hoyr sangin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina